Nú skal Miðnámsskúlin á Kambsdali umvælast og útbyggjast

Arbeiðið at umvæla og útbyggja Miðnámsskúlan á Kambsdali, er í dag boðið út. Hetta skrivar Landsverk á heimasíðu síni

(Mynd: landsverk.fo).
Kristian Waag Dam
16. september 2022 kl. 12:40

Arbeiðið at umvæla og útbyggja Miðnámsskúlan á Kambsdali, er í dag boðið út. Hetta skrivar Landsverk á heimasíðu síni.

Byggistigið snýr seg um stovur til lærugreinarnar alis- og evnafrøði umframt lív- og landafrøði. Nýggja samkomuhøll og dagførdan køk. Arbeiði fevnir um, at um- og útbyggja verandi miðnámsskúla á Kambsdali.

Í 2015 løgdu Studentaskúlin og Handilsskúlin saman. Síðan tá hava hesir skúlar virka sum ein skúli. Í løtuni eru sjey breytir á Miðnámsskúlanum á Kambsdali. Á skúlanum ganga áleið 550 næmingar.

Uppskotini frá fyritøkunum skulu handast í síni heild í seinasta lagið mánadagin tann 7. novembur klokkan 14.

Kelda: Landsverk.fo