Tað er nú greitt, at Hoyvík verður eitt sjálvstøðugt valstað. Tað er greitt, nú ein kunngerð er sett í gildið, sum sigur, at Hoyvík skal vera valstaður í Suðurstreymoy.
Hetta er eitt mál, arbeitt hevur verið við í eina tíð. Tórshavnar Býráð helt, at nú býr so nógv fólk í Hoyvík, at tað talar fyri, at tey fáa sín egna valstað.
Tí heitti býráðið á landsstýrið um at skipa Hoyvík sum valstað. Tað tók landsstýrið undir við og í morgun er kunngerðin lýst, sum sigur, at Hoyvík er valstað.
Higartil hava øll í Hoyvík skula oman í ítróttarhøllina á Hálsi at velja, og har eru onkuntíð bíðirøð at sleppa at velja.
Í Havnini hava tað verið eini 13.500 veljarar. Í Hoyvík eru eini 3.300 veljarar og nú teir sleppa at velja í Hoyvík, fer tað at lætta munandi um trýstið á ítróttarhøllina á Hálsi, sum er valstaðið í Havn.
Annars hava bæði Argir, Kollafjørður, Velbastaður, Nólsoy, Kaldbak og Hestur, sítt egna valstað.