Nú verður dýrari hjá útlendingum at ferðast við tyrluni

Atlantic Airways kemur við nýggjari prísskipan, sum ger mun á ferðafólki

Sigurjón Einarsson
30. juni 2022 kl. 14:26

Nú verður tað dýrari hjá útlendskum ferðafólki at ferðast við tyrluni hjá Atlantic Airways. Tyrlan røkir rutuflúgving millum oyggjarnar, og er fyri summi fólk á útoyggj, einasti mátin at ferðast til og av oynni.

Tey seinni árini er talið av ferðafólki vaksið vegna vaksandi ferðavinnuna her á landi. Hetta hevur tíðum havt við sær, at fastbúgvandi fólk á útoyggj viðhvørt hava havt torført við at brúka einasta samferðslumøguleikan, sum er rutuflúgvingin við tyrluni, tí øll plássini umborð eru bókaði av ferðafólk og øðrum.

Men í dag kunnger Atlantsflog, at frá tann 1. september 2022, verða prísirnir fyri rutuflúgving við tyrluni tillagaðir soleiðis, at tey, ið ikki hava fastan bústað í Føroyum, skulu rinda meira fyri at flúgva við tyrluni.

– Við at gera tað dýrari hjá ferðafólki við bústaði uttanlands, er vónin, at tað betrar enn meira um møguleikarnar hjá útoyggjafólki at ferðast við tyrluni, skrivar felagið í einum tíðindaskrivi.

Tað er Atlantic Airways, ið røkir rutuflúgvingina millum oyggjarnar fyri Strandfaraskip Landsins, og tí, at rutuflúgvingin knýtir smáu oyggjarnar upp í meginøkið – og er í nógvum førum einasti samferðslumøguleikin hjá útoyggjafólki, so heldur felagið, at fólk á útoyggj skulu hava tann fyrimunin framum onnur, tá tað ræður um tyrluflúgving.

– Íbúgvar á útoyggj rinda hálvan prís, umframt at tey kunnu bíleggja pláss við tyrluni upp til 30 dagar áðrenn fráferð, meðan onnur í fyrsta lagi kunnu bíleggja sjey og tveir dagar áðrenn, skrivar felagið.

Soleiðis sær nýggja prísskipanin út:

  • Bólkur 1: Fólk, sum eru skrásett í fólkayvirlitinum við bústaði á útoyggj, rinda index 50.

  • Bólkur 2: Fólk, sum eru skrásett í fólkayvirlitinum við bústaði í Føroyum, rinda index 100.

  • Bólkur 3: Fólk, sum ikki eru skrásett í fólkayvirlitinum, rinda index 300.

Dømi: Bólkur 2 rindar 100 krónur, bólkur 1 rindar bólkur 50 krónur, meðan bólkur 3 rindar 300 krónur.