Ongi úrslit

Nú verður ólógligt at seta oljufýr í nýggj hús

Tað verður galdandi frá 1. januar 

Áki Bertholdsen
23. mai 2023 kl. 17:00

Nú verður tað ikki longur loyvt at seta oljufýr í nýggj hús, sum verða bygd hereftir. Tað er endamálið við eini kunngerð, Ingilín Didriksen, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, fer at seta í gildið í næstum.

Forboðið verður galdandi frá 1. januar. Men hon sigur, at seinasta freist at søkja um byggiloyvi til hús við oljufýring er fyrsta 1. novembur. 

Og frá 1. januar verður tað bannað at leggja, oljufýringar í nýggj hús. Tað verður heldur ikki loyvt at fáa sær nakra aðra orkukeldu, sum brúkar olju, gass, kol ella annan oljuúrdrátt.

Men kortini fer tað at bera til at fáa undantaksloyvi í eitt avmarkað tíðarskeið, men tað er bara tá ið talan er um hús og bygningar, sum liggja soleiðis fyri, at tað ikki ber til at binda í elnetið hjá Sev beinanvegin. 

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

Í gjár kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

Í gjár kl. 09:55

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

11. desember kl. 11:14