Nú verður seymur settur í hurðina á fleiri føroyskum fyritøkum

Eigararnir hava fingið ávaring um støðuna, men hava ikki latið við seg koma

Áki Bertholdsen
4. september 2024 kl. 14:05

Tey, sum hava vinnulig feløg skulu hava latið taks roknskapin fyri í fjør í seinasta lagið tann 30. juni í ár.

Skráseting Føroya sigur, at framvegis eru tað heili 184 feløg kring landið sum ikki hava gjørt tað.

Og nú hendir so tað, at tey feløg, sum ikki hava latið roknskapin inn um tvær vikur, verða koyrd á heysin og tað merkir, at tey verða send í skiftirættin til tvingsilsavtøku.

Skrásetingin sigur fyrst í juli fingu øll hesi feløg, umframt allir limirnir í leiðsluni í teimum, ein rykkjara eftir roknskapinum og ársfrásøgnini. Og har fingu tey at vita, at felagið verður sent í skiftirættin til tvingsilsavtøku um ársfrásøgnin ikki var latin inn áðrenn fýra vikur eru farnar.

– Henda freist er farin, og Skráseting Føroya fer í ár, at senda tey feløg, sum enn ikki hava latið ársfrásøgn fyri 2023 inn, í skiftirættin til tvingsilsavtøku, tann 17. septembur, sigur skrásetingin.