Nummar eitt og tvey í PL møtast í FA Cup í kvøld

Mikel Arteta og Pep Guardiola hava eitt lívslangt vinalag. Teir vóru saman í Barcelona og Manchester City, men nú eru teir í beinharðari kapping um enska meistaraheitið

Ragnar Sjúrðarson
27. januar 2023 kl. 17:45

Manchester City tekur í kvøld klokkan 20 í móti Arsenal á Ethiad leikvøllinum í fjórðu rundini í FA Cup.

Tað eru bert trý ár síðani, at lærlingurin hjá Guardiola fór frá City til gamla felagið hjá sær, Arsenal. Arteta var undir Guardiola í City, men hevur seinastu kappingarárini staðið á odda fyri Arsenal, sum nú liggur fimm stig frammanfyri Manchester City - hóast The Gunners hava leikt ein dyst færri enn City.

Lærlingurin sær út til at hava yvirhálað lærumeistaran.

Í kvøld verður Premier league meistarastríðið og vinabandið hjá Guardiola og Arteta sett á pausu. Í kvøld snýr tað seg hjá katalanska, Pep og baskiska, Mikel, um at vinna seg víðari úr fjórðu rundini í elstu fótbóltskappingini í verðini, sum enn verður hildin til.