Nýggj Barbie-dukka heiðrar tvørkyndari sjónleikarinnu

Mattel hevur gjørt eina nýggja Barbie-dukku, sum heiðrar sjónleikarinnuni Laverne Cox, ið er tvørkynd

(Mynd: Mattel)
Sigurjón Einarsson
1. juni 2022 kl. 10:32

Eftir at leikarisin Mattel tey seinastu árini hevur framleitt nýggjar útgávur at kendu Barbie-dukkuni, har hon millum annað hevur fingið meira veruleikakendan kropsform, ber brek ella er kynsóheft, so er túrurin nú komin til eina tvørkynda dukku.

Dukkan, sum kom á marknaðin farna fríggjadag, heiðrar tvørkyndu sjónleikarinnuni Laverne Cox, ið er kend frá røðini “Orange is the New Black”.

Tað skrivar BBC.

Barbie-dukkan kom á marknaðin í samband við 50-ára føðingardagin hjá Laverne Cox, og sjónleikarinnan vónar, at dukkan kann hjálpa børnum at droyma stórar dreymar.

Hon segði í samband við, at dukkan kom á marknaðin, at hon varð útskammað sum barn, tí hon ynskti sær eina Barbie-dukku. Tá hon endiliga fekk eina dukku, hjálpti hendan Barbie-dukkan henni til at finna sín kvinnuliga samleika.

Laverne Cox hevur arbeitt tætt saman við Mattel um hesa nýggju dukkuna.

Tey seinnu árini hevur Mattel framleitt fleiri ymiskar Barbie-dukkur, sum skulu umboða fjølbroytni og umboðan við sínum vørum. Mattel hevur eisini framleitt fyrimyndir-Barbie, ið heiðra kvinnulig rúmdarfólk og granskarar umframt søgulig borgararættindastríðsfólk, sum eitt nú Rosa Parks og hijab-berandi fektaran Ibtihaj Muhammad.