Nýggj bók um sjúkrasøguna hjá føroyingum við sálarsjúku

- Vónandi kann bókin gera sítt, til at stigma og tabu verður burturbeint og at avvarðandi myndugleikar taka hetta økið í álvara. Tað sigur Grækaris Djurhuus Magnussen, sum hevur skrivað bókina Sálareyga, sum lýsir søguna hjá føroyingum við sálarsjúku frá 1890 fram til dagin í dag.

Marjun Manuela Behrens
21. mai 2022 kl. 13:56

40 ár eru liðin síðani felagsskapurin Sinnisbati varð settur á stovn. Hetta hátíðarhalda tey týsdagin, har tey millum annað leggja fram bókina “Sálareyga”. Grækaris Djurhuus Magnussen, tíðindafólk, hevur skrivað bókina. 

Bókin greiðir fyrst og fremst frá fyrstu 40 árunum hjá felagnum Sinnisbata, sum er felag fyri fólk við sálarsjúku og teirra avvarðandi. Hon snýr seg eisini um søguna hjá sálarsjúkum føroyingum sum heild, frá umleið 1890 og til í dag.

- Tað er skilagott við slíkari bók. Tað er eingin ivi um tað. Vit læra søguna at kenna, samstundis sum vit kunnu dokumentera, hvønn leiklut Sinnisbati hevur - og eigur at hava í føroyska samfelagnum, sigur Grækaris Djurhuus Magnussen, sum hevur skrivað bókina. 

Fyrstu árini eru eyðkent við, at sjúklingar blivu sendir av landinum

Frá 1890 til 1940 vórðu flest allir sálarsjúkir føroyingar, ið vórðu sendir av landinum, sendir til Oringe, sum var eitt psykiatriskt sjúkrahús í Vordingborg. Í bókini verða umstøðurnar hjá sjúklingunum á Oringe lýstar. Harafturat er samrøða við ein føroyskan sjúkrarøktarfrøðing, sum í meira enn 30 ár arbeiddi á Oringe, og sum í dag er forkvinna í nevndini fyri “Oringe Museum”.

Umvegis ein annan føroyskan sjúkrarøktarfrøðing, fylgir bókin føroyskum sjúklingum á donskum statshospitalum til Føroya, tá Statshospitalið í Havn, sum nú er Psykiatriski Depilin, lat upp í 1969.

- Fyrstu mongu árini, frá 1890 til 1969, tá Statshospitalið í Havn lat upp, eyðkendi tað føroysku sálarsjúkusøguna, at illa sjúkir sjúklingar vórðu sendir av landinum – til fremmant land, fremmant mál og fremmandar umstøður. Eftir 1969 ber til at siga, at fakligheit og vilji, saman við filantropiskum arbeiði hjá Sinnisbata, hava eyðkent støðuna hjá sálarsjúkum. Sum heild hevur vantandi forstáilsi og vilji frá politisku skipanini eyðkent hetta økið, greiðir Grækaris, sum hevur skrivað bókina.

- Vónandi kann bókin burturbeina stigma og tabu

Bókin vísir eisini á aðalfundin hjá Sinnisbata hin 24. mai í 1982, tá fremsta málið hjá felagnum var at kunna føryingar um sálarsjúkur, og at útvega sálarsjúkum bústað. Í bókini verður víst á samrøður við formenn, forkvinnur og nevndarlimir gjøgnum árini. Til dømis frá tí Sinnisbati stovnaði fyrsta bústovnin fyri sálarsjúk í 1985 og næsta bústovnin í 1989, til árliga altjóða Sálarheilsudagin og víðari til avgerðina hjá felagnum at skipa fyri avvarðandibólkum. 

- Vónandi kann bókin eisini gera sítt, til at stigma og tabu verður burturbeint, og at avvarðandi myndugleikar taka hetta økið í álvara – og taka hesi menniskjuni í álvara – soleiðis at fortreytirnar hjá fólki við sálarsjúkum batna munandi, sigur Grækaris at enda. 

Bókin veður løgd fram á Reinsarínum til 40 ára føðingardagin týsdagin, 24. mai 2022.