Nýggj kanning: Barnakonur kunnu eldast við sjey árum vegna svøvnmangul

Ein nýggj kanning váttar, at svøvnmangul hjá barnakonum kann hava neiliga avleiðingar fyri heilsuna

Sigurjón Einarsson
19. august 2021 kl. 07:50

Manglandi svøvnur er eitt afturvendandi fyribrigdi hjá barnakonum, har ein svøvnleys nátt kann fáa teg at kenna teg nógv elda.

Og tað er kanska nakað um tað, tí ein nýggj kanning staðfestir, at barnakonur kunnu eldast við sjey árum vegna svøvnmangul. Tað skrivar Daily Mail.

Í kanningini, sum er almannakunngjørd í tíðarritinum Sleep Healt, kannaðu granskarar 33 kvinnur meðan tær bóru barn undir belti og eftir barnsburð.

Granskararnir gjørdu millum annað eina DNA-greining, so biologiski aldurin kundi staðfestast. Her vísti tað seg, at eitt ár eftir, at kvinnur høvdu átt, so vísti biologiski aldurin hjá teimum kvinnum, ið høvdu sovið minni enn sjey tímar hvørja nátt, at tær vóru eldar millum trý og sjey ár – í mun til tær kvinnur, sum høvdu fingið skavað meira enn sjey tímar saman av svøvni.

– Svøvnmangul teir fyrstu mánaðirnar eftir barnsburð kann hava varandi ávirkan á heilsustøðuna, sigur professarin Judith Carroll við lærda háskúlan í Kalifornia í Los Angeles.

– Vit vita frá umfatandi gransking, at svøvnur minni enn sjey tímar kann vera skaðiligt fyri heilsuna og økir vandan fyri aldurstreytaðar sjúkur, leggur hon afturat.

Granskararnir eggja til, at barnakonur royna at fáa sær svøvn, tá barn teirra eisini svevur, eins og tær ikki skulu drála við at biðja síni nærmastu um hjálp at ansa eftir barninum, so ein kann fáa sær ein lítlan blund.

Leys Størv