Nýggj kanning: Instagram er ósunt fyri ungar gentur

Instagram er ósunt fyri ungar gentur. Tað vísir ein kanning hjá Facebook, sum eisini eigur Instagram

Sigurjón Einarsson
21. september 2021 kl. 11:09

Tær kunnu ikki sova, tær verða tunglyntar, tær fáa angist og tær kenna seg einsamallar, men óttin fyri at vera ov seinar á sjóvarfallinum (tað sonevnda FOMO; Fear Of Missing Out, red.), um okkurt hendir, fær tær framhaldandi at brúka Instagram.

So illa stendur tað til hjá teimum ungu gentunum, ið brúka tíð á Instagram. Tað vísir gransking hjá Facebook, sum eigur Instagram. Og niðurstøðan er greið: Sálarliga heilsan gerst verri við at brúka sosiala miðilin.

Tað skriva The Wall Street Journal og Mediawatch.

Í kanningini greiða 32 prosent av teimum spurdu taninga/tjaninga-gentunum frá, at tær ikki vóru nøgdar við sín kropp, men at Instagram gjørdi bara ilt verri, tá tær brúktu sosiala miðilin, skrivar Mediawatch.

Sambært The Wall Street Journal hevur Facebook roynt at tóna úrslitið av kanningini niður, síðani úrslitið av kanningini varð gjørt atkomuligt innanhýsis hjá Facebook í mars 2020, sum The Wall Street Journal nú hevur almannakunngjørt.