Nýggj leiðsla í Lítlaskúla

Í dag er leiðaraskifti í Lítlaskúla. Eftir at hava sitið við róðrið í átta ár, gevst Jenny Winther Poulsen sum skúlaleiðari í Lítlaskúla. Gunvør Hofgaard er nýggjur leiðari í Lítlaskúla, meðan Katrin Bjarnadóttir er nýggjur varaleiðari

Á myndini frá høgru: Gunvør Hofgaard - nýggjur leiðari í Lítlaskúla, Katrin Bjarnadóttir - nýggju varaleiðari og Jenny Winther Poulsen - fráfarandi leiðari
Tíðindaskriv frá Lítlaskúla
1. februar 2023 kl. 11:15

Eftir átta ár við róðrið hevur dugnaligi og framskygdi skúlaleiðarin í Lítlaskúla, Jenny Winther Poulsen, valt at geva leiðarastafettina víðari til varaleiðaran Gunvør Hofgaard. Tað var Jenny sjálv, sum saman við øðrum tók stig til at seta Lítlaskúla á stovn, og hon hevur seinastu átta árini gingið á odda fyri at menna hann til tann framúrskarandi skúlan, hann er í dag. Tó verður ikki sagt farvæl við Jenny, tí hon heldur fram sum lærari á skúlanum.

Gunvør tekur við sum leiðari frá 1. februar, meðan Katrin Bjarnadóttir, námsfrøðingur í forskúlanum í Lítlaskúla, tekur við sum varaleiðari.

Leiðaraskiftið varð sjálvandi hátíðarhildið. Børnini sungu tveir vakrar sangir fyri Jenny, og stýrisforkvinnan helt eina røðu. Eisini fingu Jenny, Gunvør og Katrin handað blómutyssi.

- Lítlaskúli takkar Jenny so hjartaliga fyri hennara megnararbeiði, og ynskir Gunvør og Katrini blíðan byr.

Lítliskúli er frískúli í Tórshavn, sum heldur til í gamla adventistaskúlanum á Hoyvíksvegi. Í skúlanum ganga børn frá forskúla til og við 6. flokk.