

Nýggj sending um politikk á FM1
Hvønn mikudag klokkan 17.15 fer Árni Gregersen at skipa fyri sendingini "Stjórnin - Politikkur á skák"
Sigurjón Einarsson
14. mars 2023 kl. 15:50
Mikudagin 15. mars klokkan 17.15 byrjar nýggj sending á FM1, har Árni Gregersen er vertur.
Sendingin kallast "Stjórnin – politikkur á skák."
Árni fer saman við fyrrverandi politikkarum at tosa um ymiskt, sum rørir seg í politiska heiminum. Gestirnir í fyrstu sending verða Jóhannes Ejdesgaard, Torbjørn Jacobsen og Heðin Zachariasen.
Mikudagin klokkan 17.15 á FM1.