

Infrakervið við løðistøðum víðkar í hvørjum, og nú er enn ein skjótløðistøð sett upp - hesa ferð við Effo-støðina í Kollfjarðardali.
Talan er um eina Alpitronic 150kW DC-skjótløðistøð umframt ein AC-løðara, ið SEV hevur sett upp við Effo-støðina í Kollfjarðardali.
Tað skrivar SEV á heimasíðu sínari.
Á nýggju Alpitronic løðistøðini ber til hjá tveimum bilum at løða samstundis við DC stikki. Hesin møguleikin er ikki á gomlu skjótløðistøðunum.
SEV skrivar, at talið av elbilum í Føroyum økist støðugt, og av tí sama er eftirspurningurin á skjótløðistøðum eisini hækkaður.
- Fleiri av teimum nýggjaru elbilunum kunnu løða við upp í móti 100kW, og onkrir enntá meira enn tað. Við nýggju støðini er løðitíðin stytt munandi, skrivar SEV.