Nýggj streymloysn skal hjálpa Kringvarpinum at senda hóast streymslit

Streymloysi skal ikki longur vera nøkur forðing hjá útvarpinum og sjónvarpinum hjá Kringvarpinum at senda. Kringvarpið hevur fingið eina nýggja streymloysn, sum skal virka fyri at Kringvarpið kann senda hóast tað er streymslit

Sigurjón Einarsson
2. februar 2022 kl. 18:25

At hava streym er alfa og omega, tá útvarp ella sjónvarp verður sent beinleiðis. Tað er eisini galdandi fyri Kringvarp Føroya. Men tað er tíverri ikki ein sjálvfylgja, at vit hava streym 24/7 her á landi, tí í miðal 15 ferðir árliga uppliva við streymslit í Føroyum, sum typisk vara millum 15 minuttir og ein tíma.

Tí hevur Kringvarp Føroya og felagið Eaton farin í samstarv, har Eaton – ið fæst við tøkniliga infrakervi og “power management” – hevur skraddaraseymað eina streymloysn til Kringvarpið.

Tvær ravmagnsútbúnaðarstøðir
Felagið Eaton hevur skraddaraseymað tvær ravmagnsútbúnaðarstøðir, ið kunnu tryggja Kringvarpinum neyðstreym í fýra tímar, er talan til dømis um streymslit ella umvælingar. Talan er um eina smidliga loysn, ið gevur Kringvarpinum møguleika fyri at móttaka streym frá trimum ymiskum streymkeldum; antin frá elnetinum, einum neyðgeneratori ella frá einum av ravmagnstøðunum, sum eisini kunnu teingjast saman og tosa saman.

Umframt at hava sett tvær ravmagnútbúnaðarstøðir upp í Kringvarpshúsinum, so eru eisini smærri støðir gjørdar til sendibilarnar, sum í 2018 vórðu dagførdir til at senda í HD-góðsku, og til Tórsvøll.  

Til ber at lesa meira um ravmagnútbúnaðarstøðirnar hjá fyritøkuni Eaton her.