Nýggj vísindagrein um laksalús

Gransking: At hava tamarhald á laksalús í alivinnuni er ein stór avbjóðing. Hendan avbjóðingin kann gerast minni, um vit vistu hvussu ein lúsastovnur í einum ávísum aliøki uppførir seg

Sigurjón Einarsson
5. februar 2021 kl. 09:35

Laksalús í alivinnuni er eitt kent fyribrigdi. Í nýggjari vísindagrein vísir Tróndur Kragesteen á, at avbjóðingin við lakslús kann gerast minni, um vit vistu hvussu ein lúsastovnur í einum ávísum aliøki uppførir seg. Enska heitið er "Estimation of external infection pressure and salmon-louse population growth rate in Faroese salmon farms".

Hetta er evnið, sum Tróndur J. Kragesteen, granskari á Fiskaaling, hevur skrivað vísindaliga grein um, sum júst er útgivin í altjóða tíðarritinum Inter-Research Science.

Tróndur J. Kragesteen, PhD, viðger í greinini hvussu populatónsdynamikkmodellir fyri laksalúsa kunnu gerast betri. Hann brúkar millum annað tíðarseriur við lúsadátum at meta um tveir týdningarmiklar parametrar: Eksternt smittutrýst og vøksturin í laksalúsastovninum fyri øll føroysku aliøkir, sum hava verið aktiv í tíðarskeiðinum frá 2011 til 2018.

Granskingin hjá Tróndi er eitt stig á leiðini at leggja alingina soleiðis til rættis, at tamarhald verður á laksalúsini, samstundis sum minst møgulig árin eru á umhvørvið og sjálvan alilaksin.

Tróndur J. Kragesteen hevur skrivað greinina í samstarvi við Knud Simonsen, André W. Visser og Ken H. Andersen.

Greinin kann lesast í fullari longd her.

Kelda: Fiskaaling