Nýggja býráðið í Havn fer at lurta meiri eftir fólkinum

Nú skal fólkið sleppa framat í Tórshavnar kommunu

Nývaldi borgarstjórin, Elsa Berg, ger klárt at leggja samstarvsavtaluna fram
Áki Bertholdsen
7. januar 2025 kl. 14:04

Nýggja býráðið í Havn fer at gera nógv burtur úr at hava samband við fólkið í kommununi.

Tað sæst í samstarvsavtaluni, sum meirilutin í býráðnum, Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Borgaralistan nú hava skrivað, og sum varð almannakunngjørt beint í áðni.

Fólkið hevur rætt til innlit og ávirkan, sigur meirilutin og tí vilja tey hava betri gjøgnumskygni, fleiri hoyringar um viðurskifti og ætlanir í kommununi og tey vilja hava borgararnar virknari í kommunalum viðurskiftum fyri at styrkja tað kommunala fólkaræðið.

Sostatt skal borgarin hava eina rødd í býráðsarbeiðnum, og tað fara tey at gera soleiðis:

- Ungdómsráðið verður endurstovnað.

- Eldraráðið verður styrkt og umskipað.

- Borgarafundir skulu tryggja, at borgarin sleppur til orðanna.

- Staðbundnu nevndirnar skulu hava ein størri leiklut í kommunala arbeiðinum.

- Borgarating, ið vit kenna úr okkara grannalondum, verður sett í verk.