Nýggjur KÍ-leikari dømdur fyri blygdanarskemd fyrr í ár

Patrick da Silva, sum júst hevur skrivað undir ein eitt-ára sáttmála við KÍ, varð tann 11. mars í ár dømdur fyri blygdanarskemd móti einari 14-ára gamlari gentu

Sigurjón Einarsson
2. desember 2021 kl. 20:26

Í oktober 2020 valdi Lyngby at ógilda sáttmálan við Patrick da Silva, har hann spældi tá. Orsøkin æt tá, at partarnir ikki longur hóskaðu saman, segði ítróttarstjórin í Lyngby, Andreas Byder.

Síðani hoyrdist ikki nógv um evnaríka leikaran, sum fór at spæla við Tårnby FF í Danmarkseriuni, men tað hevði sína orsøk, tí um hetta mundi koyrdi ein sak móti honum, har hann tann 11. mars í ár varð dømdur 20 daga treytaða fongsulsrevsing fyri blygdanarskemd móti einari 14-ára gamlari gentu.

27-ára gamli Patrick da Silva valdi ikki at kæra dómin, og í samrøðu við Ekstra Blaðið tann 21. november í ár, viðurkennir Patrick, at hann hevði gjørt nakað skeivt, tá hann via Snapchat og Instagram sendi myndir til eina 14-ára gamlari gentu, hóast hann, sambært honum sjálvum, varð blivin upplýstur av gentuni, at hon var eldri.

Rætturin vurderaði tó, at gentan fleiri ferðir hevði gjørt honum varugan við sín aldur.

– Eg havi gjørt okkurt, sum eg ikki átti at havt gjørt. Og eg eri mest av øllum skuffaður av mær sjálvum, at tað kundi enda soleiðis, sigur Patrick da Silva við Ekstra Blaðið fyri einum mánað síðan.

Í samrøðuni við danska miðilin viðurkennir hann, at hesin veturin er nokk hansara seinasti møguleiki at fáa sína yrkisleið á rættkjøl aftur. Tað hevur verið trupult hjá honum at fáa ein sáttmála við donsk feløg, men nú sær tað út til, at hann fær ein nýggjan møguleika, tí KÍ almannakunnger í kvøld, at felagið hevur skrivað ein eitt-ára sáttmála við da Silva.

– Eftir drúgva umhugsanartíð og nógvar og drúgvar samrøður við Patrick hava vit gjørt av at geva honum ein nýggjan kjans, sigur Mikkjal Thomassen, høvuðsvenjari hjá KÍ við heimasíðuna hjá felagnum, og leggur afturat, at Patrick er sera takksamur fyri møguleikan og gleðir seg til at sleppa at umboða KÍ í 2022, har millum annað spennandi, altjóða uppgávur liggja fyri framman.

Felagið skrivar á sínari heimasíðu, at styrkirnar hjá Patricki eru í álopsspælinum, og at hann er ein kvikur og tekniskt sterkur spælari, ið bæði kann spæla sum vinstri bakkur og vongur. Patrik er uppvaksin í Brøndby og hevur eisini spælt í donsku superliguni fyri FC Nordsjælland, Randers og Lyngby og hevur spælt samanlagt 103 dystir fyri hesi feløgini.

Hann hevur umboðað danska landsliðið í ungdómsdeildunum, og hevur millum annað eisini spælt átta landsdystir fyri danska U21-landsliðið.