

– Nú skal eg siga tykkum nakað, sum er nógv stuttligari enn øll tey hundrað vallyftini, sum eru at finna inni her: Folkens, nú fáa vit ein nýggjan miðil í Føroyum!
Tað skrivar Barbara Holm á sínum Facebook-vanga.
Talan er um eina føroyska útgávu av danska miðlinum Frihedsbrevet, sum kendi miðlamaðurin Mads Brügger er stjóri á.
Barbara skrivar, at nú er seinasta punktum sett á fyrstu søguni, ið kemur út á nýggja miðlinum í komandi viku, ið eitur Frihedsbrevet.fo.
– Um tú vilt fylgja við - tjekka so hesa síðuna út frihedsbrevet.fo, og smita tína teldupostadressu inn, so fært tú ein teldupost frá mær fyrsta dagin, skrivar Barabara Holm.
Niels Mortensen er íleggjari
Frihedsbrevet fekk í mai í ár 19 milliónir krónur í stuðli til miðlavirksemi, har kendi útvarpssmaðurin og avdúkandi journalisturin, Mads Brügger, er stjóri.
Millum stóru íleggjararnar var føroyski Niels Mortensen, sum síðan 2007 hevur rikið holdingfelagið NM við adressu í Havn. Hann koyrdi fyrr í ár 1,5 milliónir krónur í nýggja miðilin.
Tað upplýsti danska Ekstrablaðið í mai.
Við danska Ekstrablaðið segði Mads Brügger tá, at mest selda heimildarsending hjá Danmarks Radio er Muldvarpen, sum hann sjálvur var við til at gera.
– So eftirspurningurin er har, segði hann við miðilin í mai.
Tað eru ikki síðsøguligar og afturlítandi greinar ella miðlatilfar, sum Mads Brügger leggur seg eftir við Frihedsbrevet. Miðilin fylgir pengunum.
– Vit eru bara í tínum lumma. Vit siga á enskum: “Gain enemies, make fans", greiddi Mads Brügger frá við Ekstrablaðið fyrr í ár.
Og nú fer Frihedsbrevet eisini at grava her í Føroyum.
Soleiðis verður nýggi miðilin kunngjørdur: