Nýtt CO2 rokniamboð skal hjálpa føroyskum fyritøkum

Í desembur ber til at royna nýggja CO2 rokniamboðið, ið Umhvørvisstovan og Burðardygt Vinnulív, hava gjørt í felag. Tað verður ókeypis og frítt hjá øllum at brúka

Kristian Waag Dam
17. november 2022 kl. 13:08

Í desembur ber til at royna nýggja CO2 rokniamboðið, ið Umhvørvisstovan og Burðardygt Vinnulív, hava gjørt í felag. Hesum verður boðað frá í tíðindaskrivi.

Stovnandi limirnir í Burðardygt Vinnulív og Umhvørvisstovan samstarva um at gera tað lættari hjá fyritøkum í Føroyum at seta sær mál og at minka um teirra CO2 útlát.

Eftir ætlan verður CO2 rokniamboðið tøkt á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni í desember 2022, ókeypis og frítt hjá øllum at brúka.

Sambært tíðindaskrivinum er endamálið við CO2 rokniamboðnum at hjálpa fyritøkum í at útrokna og síðan minka sítt CO2 útlát fyri at ganga vísindaligum metingum á møti um at hálvera CO2 útlátið í 2030.

CO2 rokniamboðið verður kunngjørt samstundis sum heimsins leiðarar í hesum døgum hittast á veðurlagsráðstevnuni COP27 í Egyptalandi.