Nýtt mattorg á kaiini í Havn

Í gjár lótu tvey nýggj støð upp á Havnarvegi 15 í Tórshavn, har Angus eisini er. Tey nýggju støðini eru Mungo, sum er eitt útvið stað og so Pylsuvognurin, sum vit kenna hann - tó í nýggjum hami. Nú eru trý matstøð savnaði undir somu lon á einum stað á havnarlagnum í Havn

Tíðindaskriv
27. juli 2021 kl. 17:44

- Vit eru sera fegin um, at kunna bjóða okkara viðskiftafólki eitt fjølbroytt matstað, har tú kanst fara á eitt stað og fáa júst tað tær lystir”, sigur leiðarin, Sally Rasmussen.

Í Angus ber til at sita niðri og eta av eini steakhouse matskrá, í Mungo kanst tú bíleggja á netinum og heinta matin og í Pylsuvogninum, kanst tú ganga beint inn bíleggja tær mat og standa inni og eta.

- Vit hava bygt út, so ein bygningur kundi hýsa øll støðini. Tó er maturin tann sami í Angus og Pylsuvogninum, sum fólk kenna tað, greiðir Sally frá.

Mungo - nýtt matstað

Mungo er eitt nýtt matstað, har tú bert kann bíleggja út við á netinum.

- Við Mungo er tankin, at tú kanst bíleggja alt frá pitsa og burgara, til høsnarungaveingir og Angus steak skjótt og lætt. Tað er einans gjørligt at bíleggja á netinum, og so fært tú eini smsboð, tá maturin er klárur at heinta, sigur Sally.

Mungo hevur lagt seg eftir at vera so umhvørvisvinaligt sum gjørligt. Tí nýta vit umhvørvisvinaligt pakkitilfar, og vit selja bert sodavatn í fløsku, fyri at sleppa undan einnýtiskoppum og súgvirørum, sigur hon.

Serstøk matskrá á ólavsøku

Matarstøðini lata upp beint áðrenn ólavsøku, sum ivaleyst kemur væl við, tá fólk fara at hyggja eftir kappróðri.

- Angus verður opið frá klokkan 11.30-22.00 á ólavøsku, tó ber ikki til at bíleggja borð og vit hava eina serstaka ólavsøkumatskrá hesar dagarnar. Tað verður gjørligt at bíleggja á mungo.fo sum vanligt, og afturat tí, fara vit at selja tvey sløg av pitsu, sum fólk kunnu keypa á staðnum við at koma inn í Mungo. Pylsuvognurin verður opin sum vanligt og fer at hava sína vanligu matskrá, sigur Sally at enda.