Nýtt og gott gamalt

Kommunuval er í dag, og nógv valevni bjóða seg fram, og eg eri ein av teimum.

Jan Christiansen
10. november 2020 kl. 09:52

Eg havi sitið í býráðnum í mong ár og verið borgarstjóri eina setu. Tað er umráðandi at tey, ið stýra býnum, hava bæði beinini væl plantaði í jørðina.

Tíverri síggja við undan valinum púra órealistisk vallyfti, og lyft um at arbeiða fyri serligum pørtum av kommununi.

·         Eg ætli mær at arbeiða fyri allari kommununi, ikki bara serligum pørtum.

·         Fíggjarligt vit og skil má og skal ráa.

·         Eldraøkið má raðfestast hægst

·         Ferðsluviðurskiftini mugu fáast í rættlag.

·         Bústaðir mugu fáast til vega, eisini alternativar loysnir

Eg vil vera ein nýggj rødd við gomlum royndum

Jan Christiansen, Listi A