Oddagrein: Akkurát sum væntað

Skal føroyski miðlaheimurin bjargast, so má øll politiska skipanin seta seg niður at orða ein miðlapolitikk. Fyri KvF og fyri privatu miðlarnar. Hann hevur manglað í nógv ár og hann manglar enn. Vit vilja fegin vera við í tí arbeiðinum. Vit sluppu ikki at vera við, tá lógin um miðlastuðul varð broytt og kroyst niður yvir okkum, og úrslitið er hareftir

Sveinur Tróndarson
6. august 2022 kl. 08:59

Sum onkur tykkara kanska hevur fingið við, so varð miðlastuðulin eftir eina rættiliga – og kanska óneyðuga – drúgva tilgongd býttur í ólavsøkuvikuni. 

Mitt í summarfrítíðini og góðar tveir mánaðir eftir at umsóknirnar vórðu sendar Miðlastuðulsnevndini hjá Mentamálaráðnum fingu miðlarnir at vita, hvørjar verkætlanir vórðu slopnar ígjøgnum politiskt setta nálareyga, mitt í summarfrítíðini og góðar tveir mánaðir eftir, at umsóknirnar vórðu lætnar Miðlastuðulsnevndini hjá Mentamálaráðnum.

Hetta er fyrsta umfari av hesum slagnum av miðlastuðli, og tí kann mann siga, at skipanin má sleppa at tillaga seg, og tað er sjálvandi rætt.

Men bæði landsstýrismaður, ráð og miðlastuðulsnevnd hava havt alla ta tíð, sum hevur verið neyðug at fyrireika seg uppá nýggju skipanina, í grundini uttan at hava gjørt tað, og tað gongur so út yvir miðlarnar.

Og hvat var so úrslitið av hesari nýggju skipanini, kunnu vit so spyrja.

Stutta svarið er, at hetta tíverri gjørdist akkurát tað, sum vit høvdu væntað. 

Vit hava fingið eina nýggja, politiskt valda yvirredaktión, sum situr uttanfyri miðlarnar, sum nú skal gera av, hvat er gott miðlatilfar. 

Sambært Mentamálaráðnum fekk Miðlastuðulsnevndin ikki færri enn 56 ymiskar umsóknir um stuðul, men bara 13 av teimum fingu játtandi svar, og tað vil í stuttum siga, at Miðlastuðulsnevndin av einari ella aðrari orsøk hevur vrakað 43 av teimum uppskotunum, sum vórðu send inn.

Uttan at vita, hvat hesar umsóknir hava snúð seg um, ljóðar tað óalmindiliga ógvusligt.

Men har er eisini eitt annað, sum virkar løgið. 

Politiska grundgevingin hjá landsstýrinum at broyta miðlastuðulsskipanina var, at miðlarnir skulu gerast betri. Men hvat er tað so, sum Miðlastuðulsnevndin hevur veitt stuðul til?

Jú, Dimmalætting hevur fingið pengar til at gera eina greinarøð um vísind, sum KvF hevur gjørt í fleiri ár. Og starvsfelagarnir á Sosialinum hava fingið pengar til at gera ummælir, nakað, sum vit her á Dimmalætting hava gjørt síðan vit byrjaðu aftur í 2014.

Vit kundu bara tagt og fegnast um, at vit hava fingið so nógv í okkara part, men tað líkist ikki okkum. Tí tað verður so ikki henda skipanin, sum fer at bjarga teimum privatu føroysku miðlunum.

Skal føroyski miðlaheimurin bjargast, so má øll politiska skipanin seta seg niður at orða ein miðlapolitikk. Fyri KvF og fyri privatu miðlarnar. Hann hevur manglað í nógv ár og hann manglar enn.

Vit vilja fegin vera við í tí arbeiðinum. Vit sluppu ikki at vera við, tá lógin um miðlastuðul varð broytt og kroyst niður yvir okkum, og úrslitið er hareftir.