Oddagrein: Ein svartur dagur

Mikudagin hendi tað, sum eingin okkara hevði roknað við at skula upplivað

Sveinur Tróndarson
8. januar 2021 kl. 14:30

Mikudagin hendi tað, sum eingin okkara hevði roknað við at skula upplivað.

Henda dagin skuldi kongressin staðfesta avgerðina hjá valmannaráðnum, sum um hálvan desember hevði atkvøtt í tráð við úrslitið á forsetavalinum tann 3. november. Tað úrslitið segði, at Joe Biden, fyrrverandi varaforseti, hevði 306 valfólk og sitandi forseti, Donald Trump, hevði 232 valfólk.

Vanliga gongur henda atkvøðugreiðsla friðarliga og siviliserað fyri seg, men longu frammanundan var ein ótti um, at júst henda atkvøðugreiðslan, og tað sum var rundan um hana, ikki skuldi fara at vera eins friðarlig.

Og sjálvt um nógv kanska bóru ótta fyri, at tað kundi fara at gerast ringt, so var tað neyvan nakar, sum hugsaði tankan, at tað skuldi gerast so ringt sum tað gjørdist.

Ikki tí, sjálvt um góðir tveir mánaðir eru gingnir síðan valið, hevur Donald Trump enn ikki viðurkent valúrslitið, tvørturímóti, faktiskt. Hesar seinastu mánaðirnar hevur hann ferð eftir ferð rópt hart um valsvik, hann hevur stevnt fleiri enn 60 ferðir, men hann hevur tapt hvørt eitt einasta rættarmál, tí hann kann ikki føra prógv fyri teimum pástandum, sum hann kemur við.

Hann hevur tó ein fjepparaskara, sum bæði tekur undir við honum, sum lurtar eftir honum, tá hann tosar um valsvik og sum er klárur til at stríðast fyri, at forsetin sleppur at halda fram sum forseti, hóast allir instansir hava staðfest, at hann hevur tapt.

Tó mundu bara tey allar fæstu roknað við at tað skuldi fara at enda so galið, sum tað gjørdi mikudagin.

Tað byrjaði við einum stuðulstiltaki, har Donald Trump sjálvur helt røðu og har hann enn einaferð kom við nógvum ógrundaðum pástandum um valsvik, og tað endaði við, at fjeppararnir hjá forsetanum gjørdu innrás í kongressbygningin, har tað so aftur endaði við, at ein kvinna rindaði fyri ófriðin við tí dýrasta sum hon átti – lívinum.

Tað er heilt ófatiligt, at heimsins “sterkasti” persónur, amerikanski forsetin, enn – og framhaldandi – krevur at sleppa at halda fram í starvinum, hóast hann varð vrakaður av veljarunum tann 3. november. Tað er eisini heilt ófatiligt, at hann enn tann dag í dag ikki vil viðurkenna valúrslitið. Tí við at gera sum hann ger, undirgrevur hann sjálvt demokratiið, ið annars er nakað av tí allar týdningarmiklasta, sum amerikanarar eiga.

Tað er ikki virðiligt. Minst av øllum fyri hann sjálvan, men heldur ikki fyri amerikanska samfelagið, sum eftir mínum tykki hevur fingið stóran skaða av hansara sundurlyndi.

Men tað er heldur ikki virðiligt fyri teir føroyingar, sum upp á ein ella annan máta tykjast halda tað vera í lagi, at arbeiða sum Donald Trump hevur gjørt hesar seinastu mánaðirnar.

Tí veljarin talaði týsdagin 3. november, valmannaráðið talaði 14. desember og tað hevur rætturin eisini gjørt fleiri enn 60 ferðir…