Oddagrein: Gevist við hasum, alt fyri eitt!

Eingin er fullspottaður, fyrr enn hann hevur spottað seg sjálvan, sigur orðatakið, og tað var júst hetta orðatakið, sum kom fram í huganum, tá søgurnar um sáttmálaviðurskiftini komu fram í vikuni

Sveinur Tróndarson
20. mai 2022 kl. 12:55

Eingin er fullspottaður, fyrr enn hann hevur spottað seg sjálvan, sigur orðatakið, og tað var júst hetta orðatakið, sum kom fram í huganum, tá søgurnar um sáttmálaviðurskiftini komu fram í vikuni.

Tí eitt er at sita og gera slíkar avtalur, sum binda fólk, nakað heilt annað er at sita – við einum fjákutum smíli – á sjónvarpsskíggjanum og verja framferðarháttin, sum felagið hevur brúkt.

Tí tað ikki bara minnir um trælahandil, tá eitt felag ger slíkar avtalur við spælarar, sum hava ein dreym um at sleppa at liva av at spæla fótbólt. Tá er trælahandil.

Tað er eisini at beinleiðis at villeiða fólk úr Argentina og USA, at tey, við at gera slíkar sáttmálar við eitt felag, sum júst er flutt upp í bestu deildina í Føroyum, skulu hava ein møguleika at fóta sær sum fótbóltsspælari í Evropa; tí tað hava teir ikki.

Í samrøðu við sjónvarpið hjá KvF segði Jonas Dal Andersen, ítróttarstjóri hjá AB, at hesir leikarar vilja gera næstan alt fyri at kunna gerast fótbóltsleikarar, og tað mugu vit av sonnum geva honum rætt í. Tí spælarar, sum velja at fara úr USA og Argentina til Føroya at spæla fyri hungursløn, ja, teir leggja ikki bara nógv fyri. Teir spæla næstan hasard við heilsuni.

Í sjónvarpsamrøðuni segði ítróttarstjórin í AB eisini, at tað ikki er so lukrativt at spæla í Føroyum, sum tað eitt nú er í Spania og øðrum stórum fótbóltslondum, men at tað skal vera til hungursløn og at tað mest minnir um stavnsbinding av leikarum við garvillum leigusáttmálum, ja, tað fær okkum at seta spurningin um, hvussu lukrativt tað er at vera ítróttarstjóri á Argjum. 

Mann hann arbeiða undir somu treytum? Og til somu løn, sum spælararnir úr USA og Argentina?

Neyvan.

Fyri føroyskan fótbólt er hetta ein óalmindiliga svartur blettur á umdømi. Í nógv ár hava fótbóltsfeløgini stríðst fyri at fáa tamarhald á teimum óvanum, sum vóru við svørtum pengum og líknandi, og tað er nógv sum bendir á, at støðan á tí økinum er batnað nógv. Og so kemur hetta.

Tað er øgiliga ógvusligt at brúka heitið trælahald fyri tað, sum hendir á Argjum í løtuni, men tað er tíverri tað orðið, sum er best dekkandi beint nú, og tað eigur AB at sleppa sær av við, ongantíð ov skjótt. 

Tí taka vit orðini hjá ítróttarstjóranum í sjónvarpssendingini fyri fult, ja, so er meira enn ivasamt, um AB hevur pengarnar til at fíggja tann hóp, sum felagið hevur fingið sær fatur á.

Er tað so? Og kann tað eisini vera ein av orsøkunum til, at venjarin kastaði frá sær – næstan í somu løtu, sum søgan kom út?

Men nú er hetta ikki fyrstu ferð, at hetta slagið av sáttmálum eru komnir fyri ein dag í kongaríkinum. Tað hendi eisini í Hobro IK fyri nøkrum árum síðan. Agenturin er tann sami í hesum førinum. Og ítróttarstjórin á Argjum í dag hevur eisini verið venjari í Hobro IK.

Tað luktar ikki væl.