Oddagrein: Nú er hann bara pínligur

Enn einaferð hevur Jørn Astrup Hansen víst sína veruligu muru. Tað gjørdi hann, tá hann fyri triðju ferð upp á eitt ár ákærdi stjóran í Taks fyri alt ímillum himmal og jørð, sum ein slíkur stjóri ikki kann ákærast fyri.

Sveinur Tróndarson
6. mai 2021 kl. 17:32

Enn einaferð hevur Jørn Astrup Hansen víst sína veruligu muru. 

Tað gjørdi hann, tá hann fyri triðju ferð upp á eitt ár ákærdi stjóran í Taks fyri at alt ímillum himmal og jørð, sum ein slíkur stjóri ikki kann ákærast fyri.

Ákærurnar frá fyrrverandi bankastjóranum eru so grovar, at var bara skuggin av haldi í teimum, so skuldi stjórin í Taks lagt frá sær í somu løtu.

Men tað sum er so serligt í hesum málinum, sum er ein avleggari av skattamálinum hjá Eik, er, at hetta málið longu er avvíst av ákærumyndugleikanum. Tað var tað fyri einum ári síðan ella so, tá Jørn Astrup Hansen sjálvur meldaði stjóran í Taks til Bakmanspolitiið.

Danska løgreglan hvakk við av ógvusligu ákærunum og fór at kanna tær, men kom til ta niðurstøðu, at har var einki at koma eftir hjá fyrrverandi bankastjóranum. Og tí varð málið avvíst.

Men Jørn Astrup Hansen er ikki ein persónur, sum tú sigur nei við – ella kemur upp á tvørs av. So er tað líkamikið, um tú ert blaðstjóri á Dimmalætting, fólkatingslimur, løgreglumaður, hægstarættardómari ella hvat tú so enn ert. Tí hann gevst ikki.

Tá tað ikki eydnaðist honum at fáa spakan undir Eyðun Mørkøre við at brúka Bakmanspolitiið, so fór hann til arbeiðsgevaran hjá stjóranum á Taks við nett somu ákærum, sum løgreglan júst hevði avvíst, tí eftir øllum at døma skal onkur hava skyldina fyri tað, sum Jørn Astrup Hansen heldur seg hava rætt í.

Trupulleikin er bara, at hann fær ikki viðhald, hvørki frá løgregluni ella frá arbeiðsgevaranum hjá Eyðuni Mørkøre, og tað vil hann sjálvandi ikki góðtaka.

Tí grípur hann til tað seinasta vápnið, sum hann hevur eftir. Tað er fólkadómstólurin, sum hann hevur brúkt fleiri ferðir áður, tí nú vil hann skapa øsingina í fólkinum, so trýst kann leggjast á politiska myndugleikan og á stjóran í Taks, so hann fær sín vilja.

Men tað er ein munur á hesari herferðini hjá Jørn Astrup Hansen og henni, sum hann brúkti, tá skattamálið hjá Eik koyrdi.

Ta ferðina byrjaði hann í bløðunum og fekk øst fólkið um eitt mál, sum seinni slett ikki vísti seg  at halda í rættinum. Tí vísti ákærumyndugleikin málinum frá sær, og eftir var bara bláur roykur.

Hesaferð valdi hann at byrja í erva, hjá Bakmanspolitinum, sum hann hevði valt at hjálpa sær við at revsa stjóran í Taks fyri at seta seg upp móti tí fyrr so sterka stjóranum.

Men tað riggaði ikki, tí heldur ikki hesaferð var nakað at koma eftir. Líka so lítið sum tað var nakað at koma eftir, tá hann seinast fór í víggj.

Í grundini er tað synd – ella pínligt – at síggja, hvussu langt niður, ein maður kann søkka, tá hann missir tamarhaldið á sær sjálvum, tí man bara ikki vil viðurkenna, at man er á skeivari leið. Tað hevur ongantíð verið hansara sterka síða, og tað er bara versnað við aldrinum.