Fyrst í næsta mánað skulu vit aftur á val.
Hesaferð verður tað til kommunurnar vit skulu velja, og man gongdin ikki fara at vera tann sama, sum hon plagar at vera, at vit í hópatali fara at seta kross við tey, sum vit halda skulu stýra kommununum kring landið næstu fýra árini.
Sjálvt um kommunurnar ikki hava møguleika at ávirka borgararnar við lógum, so hava kommunustýrini kortini sera stóra ávirkan á okkara gerandisdag, tí tað er har tað verður avgjørt, hvussu okkara nærsamfelag verður rikið.
Tað eru kommunurnar, sum gera av, hvussu barnaansingin er, og tað eru kommunurnar, sum skipa frítíðarítrivini kring um landið. Og tann ávirkanin er øgiliga stór, tí vit ganga øgiliga høgt uppí bæði tvey.
Tað er tí kanska einki at siga til, at so gravgangurin eftir at sleppa framat í teimum stóru kommununum, er so stórur, tí har eru nógvir “pengar at spæla við” hjá teimum sum sleppa framat.
Í teimum smærru kommununum er tað minni hugaligt, tí har er ikki so øgiliga nógv at arbeiða við. Tí hoyra vit eisini javnan borgarstjórar úr teimum smærru kommununum, og serliga í teimum heilt smáu kommununum, gremja seg um, at tað kann vera strævið at fáa endarnar at røkka saman.
Og tað kann eisini vera strævið at halda fólkið í kommununi, tá bara ein útstykking kann vera um at taka lívið av einari kommunu fíggjarliga.
Nú siga vit ikki, at tað er so, vit siga, at vit skilja, at byrðan er væl tyngri í teimum smærru kommununum, tí har er fíggjarliga rásarúmið ikki so stórt.
Tað er tað hinvegin í teimum stóru kommununum, har borgarstjórarnir eru í fullum starvi og javnan eru í brennideplinum. Tí er tað eisini ein spurningur um prestisju at fáa fatur á hesum sessi.
Tí verður tað eisini øgiliga spennandi at síggja, hvussu leikur fer.
Hava vit í huga skilið, sum plagar at vera í Havn náttina eftir valið, so vita vit, at har kann mangt og hvat henda. Tað er hent meira enn einaferð, at borgararnir eru farnir í song við teirri “vitan”, at nú verður hann ella hon borgarstjóri. Men tá tað lýsir fyri degi næsta dag, er søgan ein heilt onnur.
Tað hendi seinast, tá samgongan varð skipað í Havn, og kanska serliga tí verður hetta valið júst serliga spennandi í høvuðsstaðnum.
Men enn hava vit nakrar vikur eftir at gita í.
Sitat: Tað er hent meira enn einaferð, at borgararnir eru farnir í song við teirri “vitan”, at nú verður hann ella hon borgarstjóri. Men tá tað lýsir fyri degi næsta dag, er søgan ein heilt onnur.