Oddagrein:  Skipanir til fólkið

Hvørjum skulu skipanirnar gagna? Tann spurningurin verður javnan havdur á lofti, og tað verður hann eisini í blaðnum í dag, har vit millum annað hyggja eftir ansingarøkinum í høvuðsstaðarkommununi

Sveinur Tróndarson
22. apríl 2021 kl. 16:59

Hvørjum skulu skipanirnar gagna?

Tann spurningurin verður javnan havdur á lofti, og tað verður hann eisini í blaðnum í dag, har vit millum annað hyggja eftir ansingarøkinum í høvuðsstaðarkommununi.

Tað er eingin loyna, at áhugin at flyta til Havnar er stórur, og av tí at ein stórur partur av teimum, sum flyta til, eru ungar familjur, so er ein ávísur “vandi” fyri, at tær hava børn, sum hava brúk fyri ansing.

Hetta er ikki nakað nýtt fyribrigdi, tí soleiðis hevur tað verið í nógv, nógv harrans ár.

Men sjálvt um kommunan hevur roynt at gera tað, sum skal gerast, fyri at nøkta tørvin, so er hon mangan endað í tí støðuni, at har eru ikki nóg nógv pláss, og tað kann – og ger eisini til tíðir – skapa eina keðiliga støðu hjá teimum, sum flyta til býin.

Dimmalætting kennir dømi um fólk, sum hóast tey hava fingið arbeiði, ikki sleppa út á arbeiðsmarknaðin, tí tey fáa ikki ansing, og tað kann hava avleiðingar við sær. Millum annað, at fólk ikki hava ráð til at búgva í Havn, at tey missa arbeiðið, sum tey hava fingið ella okkurt heilt annað.

Hetta eigur ikki at henda í 2021.

Vit kunnu sum einki senda fólk uppá mánan og senda bilar upp á mars, men vit klára ikki at uppfinna eina nóg góða skipan, sum kann tryggja, at tey sum flyta til býin alt fyri eitt sleppa í gongd við tað, sum tey fegin vilja.

Á sjúkrahúsøkinum verður tosað um viðgerðartrygd, átti man frá kommunalari síðu, og tá tosa vit ikki bara um Tórshavnar kommunu, at havt eina ansingartrygd, sum tryggjaði at tey, sum høvdu tørv á ansing fingu hana alt fyri eitt?

Fyri okkum virkar tað heldur enn ikki jánkasligt, at ein so stór kommuna, sum Tórhavnar kommuna, sum hevur inntøkur fyri umleið eina milliard um árið, ikki klárar at skipa seg soleiðis, at hon kann tryggja teimum, sum her búgva, at tey fáa ansing, tá tey hava brúk fyri henni.

Jú, vit vita væl, at eisini tað er ein spurningur um raðfesting, men átti akkurát hetta ikki at verið raðfest rættiliga frammarlaga? Tað snýr seg jú um møguleikan hjá teimum, sum búgva her, at sleppa at skapa sær ein gerandisdag.

Tað “nýggjasta” er, at Tórshavnar kommuna hevur gjørt eina nýggja skipan, sum skal tryggja, at fólk fáa ta ansing, sum teimum tørvar, men tey fólkini, sum Dimmalætting hevur tosað við, siga sum við einum munni, at tað ger hon ikki. Og skal hon gera tað, so krevur tað faktiskt av teimum, at tey meira ella minni skulu “búgva” inn á skipanini, til tey hava fingið sítt ígjøgnum.

Tað virkar ikki nøktandi í okkara eygum, og tað er eisini tann kenslan, sum nógv foreldur hava.

Tí seta vit spurningin, hvørjum skipanirnar, sum vera gjørdar, skulu gagna?

Svarið átti, eftir okkara tykki, at verið báðum pørtum, men tað er ikki kenslan, sum foreldrini sita við. Og so er spurningurin, um kommunan í heila tikið hevur rakt nakað sum helst – ella bara við síðuna av…