Oddagrein: Tað melur í klingur

Tað er mangan torført at fáa høvd ella hala á tí, sum politiska skipanin vil. Á nøkrum økjum ber einki til, men kemur tað nóg tætt upp at politikarunum sjálvum, ja, so ber alt til. Tá er eingin forðing yvirhøvur

Sveinur Tróndarson
13. mai 2022 kl. 12:18

Tað er mangan torført at fáa høvd ella hala á tí, sum politiska skipanin vil. Á nøkrum økjum ber einki til, men kemur tað nóg tætt upp at politikarunum sjálvum, ja, so ber alt til. Tá er eingin forðing yvirhøvur.

Líka síðan Atlantic Airways saman við Lív bygdi nýggja hotellið, hava privatu hotellini kært sína neyð, tí tað er so synd í teimum.

Jú, væl er tað skilligt, at tað verður meira kapping um kundarnar, men tá ferðavinnan kemur upp aftur at koyra, verður so stórur “songjarmangul”, at man slett ikki skilir, hví privatir vinnurekandi og ávísir politikarar eru so bangnir fyri, at Atlantic Airways eigur eitt gistingarhús, at tað nú bara má seljast alt fyri eitt.

Um tað nú var so, at tað almenn hevði ein greiðan eigarapolitikk, og brúkti sama framgangshátt á øllum økjum, ja, so høvdu vit skilt tað, men tað er slett ikki har vit eru. Og so øgiliga langt frá tí.

Tak til dømis Posta.

Fyri nógvum árum síðan seldi landið – Strandfaraskip Landins – Farmaleiðir, sum var flutningsdeildin hjá Strandfaraskipum Landins. Minnist ikki, hvør prísurin var, men tað skuldi bara seljast, tí tað almenna skuldi ikki kappast við tað privata. Og tað sum tað privata kann loysa, skal tað privata sleppa at loysa. 

Umskylda at mann sigur so, men tað er slíkt sum ger, at fólk fáa illgruna um, at politikararnir hava skitið mjøl í posanum. Tað eru avgerðir sum hasar, og ætlanin um at petta SEV og eisini fjarskiftismarknaðin sundur til privatar at arbeiða á, sum ger, at veljararnir fáa illgruna um, at vina- og kenningapolitikkur er uppi í. Og tað er ikki gott. 

Javel! Men hvat hendir so nøkulunda um somu tíð? 

Jú, almenni stovnurin Postverk Føroya, hvørs høvuðsuppgáva er – ella var – at bera post til húskini kring landið, verður gjørt til eitt alment partafelag, og knappliga er einki ómøguligt. Tá Posta var ein almennur stovnur var kappingin frá teimum privatu lítil og eingin, men síðan eru privatar fyritøkur farnar at flyta pakkar, og so skuldi mann trúð, at Posta slepti tí økinum.

Men tað er so verri enn so, og tað hevur ongantíð verið so ringt sum nú, tí sum støðan er í løtuni, keypir Posta upp fyritøkur, so almenna flutningsfyritøkan, sum tað nú er blivið til, kann kappast við teir privatu á marknaðinum.

Akkurát hetta hava privatu flutningsfyritøkurnar víst á í áravís, men tað rínur slett ikki við politikararnar.  Har er enntá yvirflóð av fyritøkum, sum loysa akkurát somu uppgávur, sum almenna fyritøkan ger, men akkurát tað rakar ikki politikararnar.

Men nú tað almenna, saman við Lív hevur minkað eitt elalítið vet um gistingartrupulleikan, sum, serliga um summarið, er risastórur, ja, so skal hotellið seljast privatum? Seriøst?

Umskylda at mann sigur so, men tað er slíkt sum ger, at fólk fáa illgruna um, at politikararnir hava skitið mjøl í posanum.

Tað eru avgerðir sum hasar, og ætlanin um at petta SEV og eisini fjarskiftismarknaðin sundur til privatar at arbeiða á, sum ger, at veljararnir fáa illgruna um, at vina- og kenningapolitikkur er uppi í. Og tað er ikki gott.