Oddagrein: Takið fólkið í álvara

Tað er harmiligt at síggja politisku skipanina vísa slíka líkagleði, sum landsstýrismaðurin við fíggjarmálum vísti, nú hann valdi nýggjan nevndarformann til Føroya Tele

Sveinur Tróndarson
22. oktober 2020 kl. 16:55

Tað er harmiligt at síggja politisku skipanina vísa slíka líkagleði, sum landsstýrismaðurin við fíggjarmálum vísti, nú hann valdi nýggjan nevndarformann til Føroya Tele.

Ikki tí, at vit hava nakað at ímóti Bjarna Arnasyni ella nøkrum øðrum av hinum nevndarlimunum, sum Jørgen Niclasen hevur valt í nevndir í almennu partafeløgunum, tí tað álit hava vit á teimum, at tey gera tað arbeiðið, sum tey eru sett at gera.

Men tað er akkurát har skógvurin klemmar hjá okkum.

Tí hvat er tað fyri eitt arbeiði, sum tey eru sett at gera?

Gaman í hevur samgongan boðað frá, hvat tað er, sum hevur í kvittanum, men eftir okkara tykki átti samgongan at tikið tað til sín, tá bæði forstjóri og nevndarformaður í Føroya størsta telesamtaki velja at stinga í sekkin, tí teir halda, at kósin hjá samgonguni er skeiv.

Hygg, nú er tað soleiðis, at Føroya løgmaður var fíggjarstjóri í Nema, tí minna telefelagnum, sum í nógv ár hevur róð framundir, at netið skal skiljast frá rakstrarfelagnum.

Hví er tað neyðugt?

Jú, felagið sigur seg vera fyri vanbýti í kappinginin móti Føroya Tele.

Hyggja vit at gongdini, síðan Kall, sum bleiv til Vodafone, hey og síðan til Nema, so hevur hetta felagið verið forfordeilt av eftirlitsmyndugleikanum, júst fyri at felagið skal fáa fótin fyri seg.

Akkurát tað kunnu øll ivaleyst liva við.

Men kenna vit yvirhøvur fylgjurnar av at skilja netið frá Føroya Tele, um tað kemur so vítt?

Føroya Tele er í dag eitt felag, sum arbeiðir nógv uttanfyri Føroyar. Felagið hevur ein øgiliga stóran umsetning og ein førleika, sum kanska hvørvur, ella í øllum førum minkar, um netið verður skilt frá.

Er tað gagnligt fyri føroyska samfelagið?

Og er tað gagnligt fyri útjaðaran, um so er, at netið verður lagt í eitt alment felag, sum skal standa fyri útbyggingum alt eftir, hvussu lagið hjá politikarunum í løgtinginum er?

Vit hava ikki svarið, men vit kundu hugsað okkum at fingið júst hesar spurningarnar svaraðar av fólki við vitan. Fakligari vitan, sum kann greiða frá tí, sum kann henda, um Nema og løgmaður fáa sín vilja.

Tað átti landsstýrið at virt, og lesa tey Dimmalætting í dag, so síggja tey, at fólkið tekur als ikki undir við samgonguni, tá tað snýr seg um at slíta netini frá teimum báðum framleiðslufeløgunum.

Eisini tað eigur landsstýrið at fyrihalda seg til.

Viðhvørt – ella ofta – tykist, sum minnilutin ræður í Føroyum. Tað er ikki snilt. Hvørki tá tað snýr seg um net, fiskvinnu ella rættindi hjá samkyndum.

Sitat:

Viðhvørt – ella ofta – tykist, sum minnilutin ræður í Føroyum. Tað er ikki snilt. Hvørki tá tað snýr seg um net, fiskvinnu ella rættindi hjá samkyndum.