Oddagrein: Vit kunnu saktans hjálpa meira

Í blaðnum í dag hava vit eina lesaraviðmerking, sum snýr seg um, hvussu aktivur partur Føroyar eru í altjóða samfelagnum.

Sveinur Tróndarson
27. november 2020 kl. 07:50

Í blaðnum í dag hava vit eina lesaraviðmerking, sum snýr seg um, hvussu aktivur partur Føroyar eru í altjóða samfelagnum.

Viðmerkingin snýr seg um, hvussu stóran part – ella hvussu lítlan – Føroyar lata sum menningarhjálp, og sum útrokningin vísir, er tað talið øgiliga lágt.

Samanbera vit við OECD-londini, sum eru í uppgerðini, sum er ein av grafisku framstillingunum í samband við viðmerkingina, síggja vit, at okkara partur, um vit seta hann í mun til bruttotjóðarúrtøkuna, er serstakliga lítil.

Seta vit hann í mun til, hvussu sterkt tað føroyska samfelagið er, samanborið við onnur, so er hann uppaftur minni.

Tað er eitt sindur ræðandi, at hugsa sær, at vit sum tann kristna tjóð, sum vit eitast at vera, ikki átaka okkum størri part av hesi kaku. Vit vita væl, at ein stórur partur av heiminum livir í støðugari neyð, men heldur enn at taka eina hond í, venda vit blinda eygað til.

Er tað í samsvari við okkara uppdragilsi?

Er tað í samsvari við okkara siðaarv?

Vit breggja okkum í heilum av, at vit eru eitt kristið samfelag, har vit hjálpa hvørjum øðrum. Tað gera vit nokk eisini, tá tað kemur til okkara egnu, og tað er ein góð siðvenja at hava. Men skuldi tað í grundini ikki verið tað minsta, at vit hjálpa okkara egnu, tá á stendur?

Og áttu vit so ikki eisini at tikið eina hond í uttanfyri Føroyar? Har sum neyðin veruliga er stór?

Politiskt er ósemja um, hvussu vit skulu hjálpa, og tað er so tað sum tað er.

Politiskt vil tað altíð vera ósemja um, hvat er rættast at gera, ikki bara tá tað snýr seg um neyðhjálp, men eisini tá tað snýr seg um alt annað. Tað er líkamikið um tað snýr seg um fiskivinnupolitikk, heilsupolitikk, skúlapolitikk, skattapolitikk ella hvat tað so enn snýr seg um. So sjálvandi eisini um hvussu vit skulu hjálpa.

Men er tað nøkur umbering fyri, at vit ikki hjálpa?

Tað er tað ikki í okkara hugaheimi.

Vit vilja so øgiliga gjarna vera partur av heimssamfelagnum og verða tikin í álvara. Men samstundis tykist tað, sum vilja vit eisini sleppa at flúgva undir radaranum, og sleppa so bíliga sum tilber.

Er tað næstrakærleiki?

Í næstum fer Løgtingið at viðgera fíggjarlógina fyri næsta ár, og tá hevur samgongan – og andstøðan – møguleikan at gera nakað, sum munar. Tá hevur politiska skipanin møguleika at taka eitt tak fyri teimum, sum ikki búgva í Føroyum, og sum hava brúk fyri hjálp.

- Júmen, fyrst eiga vit at hjálpa teimum í Føroyum, sum eru í neyð, verður mangan sagt, tá vit tosa um neyðhjálp.

Jú, sjálvandi skulu tey eisini hjálpast, sum her heima hava brúk fyri hjálp. Men tað er ikki ein undanførsla, sum kann brúkast fyri, at vit ikki kunnu geva eitt størri íkast aðrastaðni enn her.

Tí vit eru partur av heimssamfelagnum. Vit senda fólk kring allan heim at arbeiða og fáa inntøkur til okkara kassar.

Hví kunnu vit so ikki spaða eitt pinkalítið sindur meira til enn vit gera?

Tað hevði sømt seg fyri eina so ríka tjóð sum Føroyar.

Sitat:

Vit vilja so øgiliga gjarna vera partur av heimssamfelagnum og verða tikin í álvara. Men samstundis tykist tað, sum vilja vit eisini sleppa at flúgva undir radaranum, og sleppa so bíliga sum tilber.

Er tað næstrakærleiki?