Odmar: Nú mugu vit reisa okkum

Føroyski miðverjin rósar sínum monnum fyri ongantíð at geva upp, hóast føroyska liðið spældi við tveimum leikarum færri enn Luksemborg seinastu løtuna av dystinum. Men hann vísur eisini á, at nú má føroyska liðið reisa seg móti Litava leygardagin

Odmar gav dómaranum greið boð um at fara at kanna VAR-skíggjan, tá Gunnar Vatnhamar lá í luksemborgska brotsteiginum (Mynd: Jens Kr. Vang)
Kristian Waag Dam og Sigurjón Einarsson
7. juni 2022 kl. 23:59

Hóast undirmannaðir við tveimum monnum, so gav føroyska liðið ongantíð upp móti Luksemborg og skapti onkra spenta støðu í luksemborgska brotsteiginum.

Føroyski miðverjin Odmar Færø rósar sínum monnum, fyri ongantíð at geva upp.

 – So leingi sum støðan í dystinum enn var 1-0, so góvu vit ongantíð upp, sigur Odmar.

Odmar heldur tó, at nú má føroyska liðið reisa seg og spæla væl móti Litava leygardagin.

– Vit mugu vísa gott spæl og fáa okkurt burturúr heimadystinum móti Litava leygardagin, heldur KÍ-miðverjin, Odmar Færø.

Hoyr samrøðuna her: