Óheppin bilførari koyrdi á tvey neyt

Annað neytið mátti avlívast á staðnum

Áki Bertholdsen
30. november 2024 kl. 13:19

Mitt í nátt fekk en bilførari í Vágum sær ein rættiliga hvøkk. Hann var á veg úr Miðvági ímóti Sørvági tá ið hann brádliga rendi seg í ein neytaflota sum gekk mitt á vegnum.

Avleiðingin var, at tvey neyt vórðu yvirkoyrd. Løgreglan sigur, at eingin fólkaskaði var, men bilurin fór so illa, at hann fekk ikki koyrt, men mátti flytast av staðnum.

Løgreglan kom á staðið og tey siga, at tað eina neytið var so illa meiðslað at tað mátti avlívast á staðnum. Eitt annað neyt hevði fingið skaða í beinið og haltaði, men tey skuldu kanna tað nágreiniligari í dag.