Ókeypis at fylla sær el-tangan í hesum døgum

Í fleiri vikur hava el-løðistøðirnar kring landið verið ókeypis, men soleiðis verður ikki leingi afturat

(Mynd: sev.fo).
Kristian Waag Dam
18. mai 2022 kl. 11:15

Hevur tú el-bil, so hevur tú seinastu vikurnar havt møguleikan at løða bilin ókeypis á almennu løðistøðunum kring alt landið. Almennu løðistøðirnar kring landið eru nevnliga ókeypis.

Orsøkin til at almennu løðistøðirnar hava verið ókeypis seinastu tíðina er, at SEV í løtuni er í holt við at skifta gomlu gjaldsskipanina á almennu løðistøðunum út við eina nýggja. Í tí sambandið hevur SEV avgjørt, at løðistøðirnar kring landið framhaldandi skula vera tøkar hjá brúkarunum, hóast tað ikki ber til at gjalda fyri el.

Sambært deildarleiðarinum á innleggingardeildini á SEV, Eyðun Djurholm, so heldur núverandi støðan ikki leingi fram aftrat:

- Vit hava haft nakrar tekniskar trupulleikar við gjaldskipanini, men tað verður fyrsta dagin, so fer skipanin at rigga.

Samstundis sum, at tað er ókeypis at løða sín el-bil á almennu løðustøðunum í Føroyum, so eru prísirnir fyri bensin og diesel óvanliga høgir. Sambært heimasíðuni hjá magn, so eru bensin og diesel prísirnir hesir:

 

Pr. litur á Magn-støðum:

 Við MVG        

MVG          

Punkt-/oljuavgjald 

Blýfrítt Bensin 95

kr.  13,73

kr. 2,75

kr. 2,40

Diesel 

kr.  12,64

kr. 2,37

kr. 0,50+0,80