OL: Góðar umstøður við føroyskum kokki

Hóast sera strangar koronureglur í Japan gongur væl hjá Sverra Sandberg Nielsen og hinum á danska kappróðrarlandsliðnum at fyrireika seg til OL í Tokyo. Umstøðurnar at venja í eru góðar, og kokkur hjá danska ferðalagnum er Elsa Sandberg Nielsen, systir føroyska OL-rógvaran.

Katrin Erlendsdóttir
10. juli 2021 kl. 10:08

Kapprógvararnir á danska landsliðnum hava longu verið í Japan í yvir tvær vikur og eru við at venja seg við viðurskiftini har, áðrenn OL byrjar tann 23. juli. Ferðalagið býr í Ogata, einar 500 kilometrar norðan fyri Tokyo.

- Vit kunnu rógva fimm kilometrar í beinari linju, so burtur sæð frá, at tað er streymur, eru umstøðurnar sera góðar, sigur Thomas Poulsen, venjari hjá føroyska rógvaranum Sverra Sandberg Nielsen, við roning.dk, ið hevur spurt hann, hvussu tað gongur hjá danska landsliðnum.

OL-rógvararnir vóru tey fyrstu ítróttarfólkini úr Danmark, sum komu til Japan, og veðrið hevur verið so gott, at tað higartil ongantíð hevur darvað rógvarunum, ið tí hava fingið vant eftir ætlan.

- Í neystunum er øll útgerðin, okkum tørvar. Venjingarsúkklur, rógvimaskinur og betri útgerð at venja við vektum enn vit hava heima. Harafturat hevur ein byggifyritøka grivið ein serligan tveir kilometrar langan bana til okkara, so venjingarumstøðurnar eru sera góðar, greiðir venjarin frá.

Tað tekur tíð at venja seg við veðrið í Japan, tí umframt at hitin nærkast 30 stigum, er luftvætan umleið 80 prosent. Men eftir tíggju dagar har, hava rógvararnir vant seg við hetta, og teir skulu harafturat í hitatjald at vera seinastu vikuna, áðrenn teir skulu rógva, sigur venjarin hjá Sverra Sandberg Nielsen.

Koronureglurnar í OL-umhvørvinum í Japan eru ógvuliga strangar og gera ferðina nakað øðrvísi, enn hon annars hevði verið. Eitt nú sleppa rógvararnir ikki at hava kamar saman við nøkrum øðrum, sum teir eru vanir við. Teir sleppa heldur ikki inn í kømurini hjá hvørjum øðrum, men hava í staðin eitt stað, har tað er í lagi at hittast. Fyrstu dagarnar sótu rógvararnir einsamallir við eitt borð, og tað vóru tveir metrar til næsta borð. Síðani kundu fýra rógvarar sita við sama borð í nakrar dagar, og nú hava mannligu rógvararnir fingið loyvi at sita til borðs saman, meðan kvinnurnar eisini sita saman til borðs.

Rógvararnir verða kannaðir fyri koronu hvønn dag.

Venjarin vísir somuleiðis á, at Elsa Sandberg Nielsen, systir føroyska rógvaran, er við sum kokkur, og hon hevur gjørt allar rávørurnar, ið ferðalagnum tørvar, klárar frammanundan.

- Teir fjúrtan dagarnar, hon hevur verið her, hevur hon samskift við kokkarnar, men hon er ikki sloppin at hitta teir. Tað hevur verið ótrúliga gott at havt hana við, tí vit hava fingið tann matin, vit vildu hava. Maturin hevur smakkað væl, og hon hevur dugað væl at greitt teimum frá, hvussu hann skuldi gerast, sigur Thomas Poulsen altso við roning.dk.

OL byrjar 23. juli og endar 8. august.