OL: Talvlandsliðið fekk góða byrjan

Føroyska talvlandsliðið fekk sera góða byrjan og vann fyrsta umfarið við greiðum 4-0 sigri á San Marino í gjár.

Katrin Erlendsdóttir
30. juli 2022 kl. 13:05

Tað gekk sum smurt, tá Føroyar í gjár møtti San Marino í fyrsta OL-umfari í talvi. Føroyar vunnu 4-0. Eitt úrslit, sum frammanundan var væntandi út frá styrkismetingunum hjá londunum.

Føroyingar hava fleiri ferðir vunnið á San Marino í kappingini fyri smátjóðir í Evropa. Føroyar eru styrkismettar nummar 60 og San Marino nummar 154 av teimum 188 liðunum í kappingini.

Liðið í gjár var hetta: 1. Helgi Dam Ziska 2. Høgni Egilstoft Nielsen 3. Rógvi Egilstoft 4. John Rødgaard.

Telvað varð sum vant á fýra borðum. Leiktíðin er 90 minuttir til 40 leikir, síðani tretivu minuttir aftrat umframt tretivu sekund fyri hvønn leikin.

Mótstøðan í øðrum umfari í dag er munandi sterkari enn í gjár. Føroyska talvlandsliðið byrjaði klokkan 10.30 í morgun leikin móti Uzbekistan, sum hevur eina miðalrating á 2625 og hevur heimsmeistaran í kviktalvi, Abdusattorov Nodirbek, á 1. borði. Venjari og liðformaður teirra er føroyavinurin Ivan Sokolov.

Til ber at fylgja við beinleiðis her:

https://chess24.com/en/watch/live-tournaments/olympiad-chennai-2022-open?fbclid=IwAR2ZQqeQdIoH_JsOqjQ8Egtarw3IVbELzHlbnaSeqrJiYGuX38F3bV3LBi8

Mynd: Føroyska talvlandsliðið í Chennai. F.v.: Ingolf Gaard, liðleiðari, Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft, John Rødgaard, Luitjen Akselsson Apol og Helgi Dam Ziska.

Leys Størv