Olja á vegnum og innbrot í hjalli

Onkur hevur um vikuskiftið verið í einum hjalli í Hoyvík og tikið sær eitt sindur av tí váta

Steinar Patursson
22. november 2022 kl. 09:44

Løgreglan boðar í morgun frá, at olja liggur á vegnum millum Søldarfjørð og Lambareiði, og at bilførarar ti mugu ansa sær, tí at tað er sera hált á vegnum.

Á løgreglustøðini verður sagt, at Landsverk boðaði løgregluni frá um oljuna, so Landsverk er kunnað um trupulleikan.

Vakthavandi á støðini sigur, at tað hevur verið friðarligt hjá løgregluni seinasta døgnið. Tó kom ein fráboðan í gjár um stuldur úr einum hjalli í Hoyvík um vikuskiftið.

- Har var onkur, sum hevði verið inni í einum hjalli og tikið sær okkurt av tí sterka, sigur vakthavandi.

Løgreglan hevur upplivað, at tað áður hevur verið stuldur úr hjallum, bæði í Hoyvík og aðrastaðni, og at tað hendir seg, at tað eru ungdómar, ið fremja stuldurin.

Løgreglan veit ikki at siga, um tað eru ungdómar, ið hesaferð hava gjørt um seg, men vakthavandi vísir á, at snildast hevði verið, um hoyvíkingar læstu hjallirnar, so óviðkomandi ikki sleppa framat.