Ónøgd foreldur sóknast eftir endurgjaldi

Tað eru ikki øll foreldur, ið hava fingið pening aftur fyri foreldragjald, hóast dagstovnar hava havt skert virksemi. Avmarkingar eru skipanini, sigur Tórshavnar kommuna, og tað eru ikki øll, ið hava rætt til at fáa pening aftur

Steinar Patursson
16. september 2022 kl. 16:00

Tað eru fleiri foreldur at børnum í dagstovnum í Tórshavnar kommunu, ið hava latið ilt av sær, tí tey hava ikki fingið pening aftur fyri dagar, har dagstovnurin hevur latið aftur fyri tíð.

Kommunan hevur leingi havt trupulleikar við at manna øll størvini á dagstovnaøkinum, og hetta hevur havt við sær, at fleiri stovnar hava í fleiri førum verið noyddur at skerja sítt virksemi.

Ein avleiðing av hesum varð, at kommunan gjørdi í mars mánaði av at afturrinda part av foreldragjaldinum, tá stovnarnir lata aftur í úrtíð.

Men fleiri foreldur, sum Dimmalætting hevur verið í sambandi við, standa spyrjandi, tí tey hava ongan pening fingið, hóast stovnur teirra hevur havt skert virksemi.

Tað eru avmarkingar í skipanini, sigur kommunan, sum ásannar, at kommunan hevur ikki kunnað um skipanina nóg væl.

Meira er at lesa í Dimmalætting, sum fæst til keyps í sølubúðum kring landið, og sum kann lesast á netinum her.