Oscar-handanin 2025: Her eru tey tilnevndu

Oscar-handanin verður 2. mars.

Edvin H. Niclasen
23. januar 2025 kl. 14:13

Oscar-handanin, sum Academy of Motion Picture Arts and Sciences (AMPAS) letur, verður 2. mars 2025, í Dolby Theatre í Hollywood í Los Angeles. Á gallaveitsluni fer AMPAS at handa Oscarvirðislønir (vanliga nevndar Oscars) í 23 bólkum, sum heiðra filmarnar, sum komu út í 2024. Komikarin og poddvarpsmaðurin Conan O'Brien verður vertur fyri fyrstu ferð.

Atkvøðugreiðslan fyri teimum næstan 10.000 Academy-limunum læt upp 8. januar 2025, og var upprunaliga sett at lata aftur 12. januar, men orsakað av eldunum í Suðurkalifornia varð freistin fyri Oscar-atkvøðugreiðsluna longd til 17. januar og síðan til 23. januar.

Hesi eru tilnevnd:

Besti filmur:

  • Anora – Alex Coco, Samantha Quan og Sean Baker

  • The Brutalist – Trevor Matthews, Nick Gordon, Brian Young, Andrew Morrison, Andrew Lauren, D.J. Gugenheim og Brady Corbet

  • A Complete Unknown – Fred Berger, James Mangold og Alex Heineman

  • Conclave – Tessa Ross, Juliette Howell og Michael Jackman

  • Dune: Part Two – Mary Parent, Cale Boyter, Tanya Lapointe og Denis Villeneuve,

  • Emilia Pérez

  • I'm Still Here

  • Nickel Boys

  • The Substance

  • Wicked – Marc Platt

Leikstjóri:

  • Sean Baker – Anora

  • Brady Corbet – The Brutalist

  • James Mangold – A Complete Unknown

  • Jacques Audiard – Emilia Pérez

  • Coralie Fargeat – The Substance

Sjónleikari í høvuðsleikluti:

  • Adrien Brody – The Brutalist sum László Tóth

  • Timothée Chalamet – A Complete Unknown sum Bob Dylan

  • Colman Domingo – Sing Sing sum John "Divine G" Whitfield

  • Ralph Fiennes – Conclave sum Cardinal Thomas Lawrence

  • Sebastian Stan – The Apprentice sum Donald Trump

Sjónleikarakvinna í høvuðsleikluti:

  • Cynthia Erivo – Wicked sum Elphaba Thropp

  • Karla Sofía Gascón – Emilia Pérez sum Emilia Pérez / Juan "Manitas" Del Monte

  • Mikey Madison – Anora sum Anora "Ani" Mikheeva

  • Demi Moore – The Substance sum Elisabeth Sparkle

  • Fernanda Torres – I'm Still Here sum Eunice Paiva

Sjónleikari í hjáleikluti:

  • Yura Borisov – Anora sum Igor

  • Kieran Culkin – A Real Pain sum Benjamin "Benji" Kaplan

  • Edward Norton – A Complete Unknown sum Pete Seeger

  • Guy Pearce – The Brutalist sum Harrison Lee Van Buren

  • Jeremy Strong – The Apprentice sum Roy Cohn

Sjónleikarakvinna í hjáleikluti:

  • Monica Barbaro – A Complete Unknown sum Joan Baez

  • Ariana Grande – Wicked sum Galinda "Glinda"

  • Felicity Jones – The Brutalist sum Erzsébet Tóth

  • Isabella Rossellini – Conclave sum Sister Agnes

  • Zoe Saldaña – Emilia Pérez sum Rita Mora Castro

Tillagað handrit:

  • A Complete Unknown -  James Mangold og Jay Cocks

  • Conclave - Peter Straughan

  • Emilia Pérez - Jacques Audiard

  • Nickel Boys - RaMell Ross og Joslyn Ross

  • Sing Sing - Greg Kwedar og Clint Bentley

Upprunahandrit:

  • Anora - Sean Baker

  • The Brutalist - Brady Corbet og Mona Fastvold

  • A Real Pain- Jesse Eisenberg

  • September 5 - Moritz Binder, Tim Fehlbaum, og Alex David

  • The Substance - Coralie Fargeat

Animeraður spælifilmur:

  • Flow – Gints Zilbalodis og Matīss Kaža

  • Inside Out 2 – Kelsey Mann og Mark Nielsen

  • Memoir of a Snail – Adam Elliot og Liz Kearney

  • Wallace & Gromit: Vengeance Most Fowl – Nick Park, Merlin Crossingham og Richard Beek

  • The Wild Robot – Chris Sanders og Jeff Hermann

Altjóða spælifilmur:

  • Emilia Pérez (Frakland) á sponskum – Jacques Audiard

  • Flow (Latvia) – Gints Zilbalodis

  • The Girl with the Needle (Danmark) á donskum – Magnus von Horn

  • I'm Still Here (Brasil) á portogisiskum – Walter Salles

  • The Seed of the Sacred Fig (Týskland) á persiskum – Mohammad Rasoulof

Til ber at síggja allan listan her:

https://en.wikipedia.org/wiki/97th_Academy_Awards