Øssur M. Dalbúð nýggjur ráðgevi í Vinnuhúsinum

Í farnu viku byrjaði Øssur M. Dalbúð í starvi sum ráðgevi í Vinnuhúsinum

Sigurjón Einarsson
13. mars 2023 kl. 15:57

Øssur M. Dalbúð er byrjaður sum ráðgevi í Vinnuhúsinum.

Uppgávurnar hjá Øssuri í Vinnuhúsinum verða ymiskar. Hann kemur eitt nú at ráðgeva vinnugreinafeløgunum Havbúnaðarfelagið, Føroya Ráfiskakeyparafelagi og Sjóvinnufelagið.

Hartil kemur Øssur millum annað at ráðgeva um uttanlandshandil, umfram at hann kemur at umsita ymiskt innan hetta økið.

Øssur M. Dalbúð er útbúgvin Cand.merc.aud. og hevur seinastu árini starvast sum ráðgevi í Bank Nordik.

Kelda: Vinnuhúsið