Óvist nær el-løðistøðirnar halda uppat at vera ókeypis

- Støðan er tann, at tekniski trupulleikin millum veitararnar av gjaldskipanini og løðiskipanini enn ikki er loystur, sigur Birgir Kristiansen, ið er roknskaparleiðari hjá SEV. Sostatt er trupulleikin hin sami sum í mai. Tá væntaði SEV, at skipanin fór at rigga fyrsta dagin. Nú lovar SEV einki

(Mynd: sev.fo).
Kristian Waag Dam
7. juli 2022 kl. 16:08

Seinastu tíðina hevur tað sanniliga havt sínar fyrimunir at átt el-bil, tí samstundis sum bensin og diesel prísirnir hava verið methøgir, so hava almennu løðistøðirnar kring landið verið ókeypis í nærum tríggjar mánaðar.

Tá vit prátaðu við Eyðun Djurholm, deildarleiðara á innleggingardeildini á SEV, í mai mánað, høvdu el-løðistøðirnar kring landið verið ókeypis í nakrar vikur. Hann væntaði tá, at táverandi støðan ikki helt leingi fram aftrat. Síðan tá, er einki hent.

- Støðan er tann, at tekniski trupulleikin millum veitararnar av gjaldskipanini og løðiskipanini enn ikki er loystur, sigur Birgir Kristiansen, ið er roknskaparleiðari hjá SEV. Sostatt er tað hin sami trupulleikin, sum enn darvar.

Í mai mánað var SEV í holt við at skifta gomlu gjaldsskipanina á almennu løðistøðunum út við eina nýggja. Tá avgjørdi SEV, at almennu løðistøðirnar skuldu vera til taks hjá brúkaranum, hóast tað ikki bar til at gjalda fyri el. Tað hevur enn ikki eydnast SEV at fáa nýggju skipanina at rigga. Tískil er tað enn ókeypis at fylla el-tangan.

- Tað verður arbeitt við tí, og tað hevur tikið alt ov langa tí. Vónirnar vóru tá, at trupulleikin fór at vera loystur beinavegin, men tað gjørdi hann ikki, sigur Birgir Kristiansen. Birgir greiður síðan frá, at í tíðini meðan tað hevur verið ókeypis at løða bilin, er tað vorið minni atkomuligt at løða bilin. Hetta tí, at áður skuldi brúkarin eisini gjalda fyri tíðina, meðan bilurin stóð við løðistøðina, men soleiðis er tað ikki í løtuni. Alt er ókeypis.

Hvussu leingi tað fer at vera ókeypis er ilt at siga. Í mai væntaði SEV, at skipanin fór at rigga fyrsta dagin, men enn er einki hent. Heldur ikki Birgir Kristiansen veit við vissu, nær skipanin fer at rigga.

- Eg tori ikki at siga, hvussu langa tíð tað fer at taka, men tað verður arbeitt uppá trupulleikan. Vit vóna sjálvandi at tað verður beinavegin, men eg kann ikki garantera hesum, sigur Birgir Kristiansen, roknskaparleiðari hjá SEV, at enda.