P/F Poul Hansen fer nú beinleiðis inn í cateringvinnuna

Tann 12. mai letur catering handil hjá Poul Hansen heilsølu upp á Heykavegi 4, har eisini mikrobryggjaríið OY heldur til

(Mynd: ph.fo)
Sigurjón Einarsson
10. mai 2022 kl. 11:15

Fyri tíð síðan keypti P/F Poul Hansen bygningin á Heykavegi 4, har mikrobryggjaríið OY heldur til, men tann 12. mai letur Føroya fyrsti handil til cateringvinnuna upp, sum hevur fingið navnið Gastro.

– Poul Hansen gastro er til føroyskar kokkar og matstovuleiðarar. Eitt heildarkonsept, sum ger tað lætt fyri øll, sum servera mat – á hotelli, matstovu, kantinu ella umborð á skipi – at skaffa sær sínar rávørur, skrivar P/F Poul Hansen í einum tíðindaskrivi.

Víðari skrivar heilsølan, at Gastro er cateringdeildin hjá Poul Hansen, sum eisini fevnir um ein handil, har til ber at koma og síggja, lukta, nema og kanska nippa til ymsu rávørurnar.

– Her fáa teir gastronomisku sansirnir frítt spæl. Og sjálvandi koyra vit eisini matvørur út, stendur víðari at lesa í tíðindaskrivinum.

Í dag fevnir P/F Poul Hansen-samtakið sostatt eisini um PH Gastro umframt Samkeyp og Á handilsketurnar og matvøruframleiðsluvirkið Krás í Hósvík.

70 starvsfólk starvast hjá P/F Poul Hansen.