Pætur hevur skrivað undir sáttmála við fótbóltsfelagið á Akureyri

KA Akureyri og Pætur Petersen hava í dag skrivað undir ein trý-ára sáttmála

(Mynd: KA Akureyri)
Sigurjón Einarsson
27. januar 2023 kl. 12:47

Pætur Petersen hevur skrivað ein trý-ára sáttmála við KA Akureyri.

24-ára gamli skálvíkingurin hevur vant við felagnum hesa vikuna, tí íslendska felagið ynskti at hyggja nærri at Pæturi og hansara evnum á fótbóltsvøllinum, og nú eru partarnir vorðnir samdir um samstarv.

– Pætur hevur vant við KA-liðnum, og vit eru ógviliga spent at síggja hann í gulum og bláum komandi kappingarár, skrivar íslendska felagið á heimasíðu sínari.

Sostatt freistast ein at siga, at Pætur aftur fer at spæla í gulum og bláum, tí ungi maðurin úr Skálavík fekk sín fótbóltsuppvøkstur í B71.

Felagið lýsir Pætur at vera ein kraftfullan spælara, sum kann spæla úti á vonginum – bæði í vinstru og høgru. Eisini skrivar felagið, at Pætur Petersen hevur royndir við at spæla evropeiskan fótbólt, ið KA vónandi fær ágóðan av, tá KA fer at spæla sínar fyrstu evropeisku dystir síðan 2003.

Hann er triði spælarin, sum KA Akureyri fær í sín hóp til komandi kappingarár.

Liðið endaði í fjør á triðja plássi í bestu íslendsku deildini.