Pætur roynir seg í Íslandi

Í fjør var hann á landsliðnum, og nú vil hann fegin royna seg uttanfyri landoddarnar

Jóannes Hansen
24. januar 2023 kl. 12:13

24 ára gamli Pætur J. Petersen dylir ikki, at hann fegin vil royna, hvussu langt hann kann røkka sum fótbóltsspælari. Í fjør vann hann seg at vera fastur maður á HB liðnum, har hann skoraði 10 mál í landskappingini.

Hann hevur ikki skrivað undir nýggjan sáttmála við HB, tí hann vil fegin royna eydnuna uttanlands.

Fyri stuttum var hann í Esbjerg og royndarvandi, og nú er hann til Íslands, har hann venur í KA á Akureyri, sum spælir í bestu íslendsku deildini.

Tað er íslendska heimasíðan fotbolti.net, sum ber tíðindini um Pætur J. Peteresen og KA.

Í heyst var Pætur J. Petersen fyri fyrstu ferð á landsliðnum. Hann var við í vinardystunum í november ímóti Kekkia og Kosovo. Í fyrra dystinum varð hann skiftur inn, tá ið tað restaðu 13 minuttir, og í seinna dystinum var hann millum teir fyrstu ellivu og var á vøllinum í 70 minuttir.