Pætur umhugsaði sína støðu í HB

Frá at hava spælt í 1. deild og sitið á bonkinum í HB í fyrru helvt av landskappingini, so hevur rennisterki skálavíkingurin nú bitið seg fast á HB-liðið, skorað fleiri mál og er nú eisini úttikin til landsliðið fyri fyrstu ferð

Pætur Petersen er nýggjur á landsliðnum, men hann hevur longu markerað seg við at renna mest til venjingar (Mynd: Hans Erik Danielsen/fsf.fo)
Sigurjón Einarsson
20. september 2022 kl. 23:13

Vilnius: Hetta hevur verið eitt sermerkt kappingarár fyri Pætur Petersen, sum í byrjanini av hesum kappingarárinum fyri tað mesta spældi við 1. deildarliðnum hjá HB og sat á bonkinum hjá besta liðnum. Tí var hann byrjaður at umhugsa sína støðu í HB, men nú er vent í holuni, eftir at nýggjur venjari er komin til.

Ungi og rennisterki skálavíkingurin hevur nú bitið seg fast á HB-liðið. Hann hevur skorað fleiri mál, og er nú eisini úttikin til A-landsliðið fyri fyrstu ferð.

Og tað sæst aftur á teimum fyrstu venjungunum her í Vilnius, at Pætur Petersen ikki er komin her til Litava at hugna sær. Hann hevur runnið í miðal sjey kilometrar til venjingarnar higartil, og liggur ovast á listanum yvir leikarar, tá tað kemur til kilometrar fyri hvørja venjing.

Allir leikararnir hava sensorar á sær og verða máldir til hvørja venjing, og her er tað altso ungi skálavíkingurin, ið toppar listan.

Vit fingu eitt prát við Pætur Petersen í gjárkvøldið um landsliðsúttøkuna, og hvønn leiklut hann fer at hava, fær Pætur sínar fyrstu minuttir á vøllinum: