Paradise broytir konseptið

Áður gekk tað út uppá at snýta hvønn annan í Paradise Hotel, nógvar veitslur vórðu hildnar, har eisini tilvildarligt kynslív var partur av kendu sjónvarpssendingini hjá Viaplay. Nú er avger tikin um at broyta konseptið umframt at tveir nýggir vertir eru í nýggju útgávuni av Paradise

Anna Joensen-Næs
23. juni 2022 kl. 12:15

– Tú kanst ikki siga Paradise, uttan at siga Rikke.

Hetta sigur ein av nýggju Paradise-vertunum, Emil Olsen, í eini samrøðu við Ekstra Blaðið síðsta ár. Í 13 ár var Rikke Gøransson vertur í væl dámdu sendingini, har hon bæði hevur verið elskað og útskeldað fyri sín vertsleiklut. Síðsta ár broyttist tó alt hetta. Realitystjørnan Olivia Salo og bloggarin Emil Olsen tóku yvir sum vertir á sendingini. Hetta, tí fólkini handan Paradise Hotel ynsktu at føra sendingina nýggjar leiðir. Sendingin í fjør var øðrvísi, men í ár verður sendingin í einari heilt aðrari útgávu, enn vit áður hava sæð áður.

Ein roynd at broyta gamla konseptið
Tað var í fjør, at nýggju vertirnir komu til og ein minni roynd varð gjørd at broyta gamla konseptið og at gerast meiri nýhugsandi. Tey royndu seg millum annað við kynsóheftum pørum.

Her høvdu luttakararnir møguleikan at standa saman við øðrum av sama kyni í kappingini at vinna eina hálva millión krónur. Men luttakararnir høvdu torført við at venja seg við nýggju broytingina.

– Orsaka av, at Paradise Hotel hevur havt eitt so ávíst konsept, og ikki hevur ment seg gjøgnum tíðina, skulu luttakararnir eisini fylgja við, og hetta tekur tíð. Teir skulu royna at síggja nýggir møguleikar, og spegla seg í nøkrum øðrum, enn tey áður hava gjørt í teimum fyrrverandi sesongunum, segði Olivia Salo í eini samrøðu við Ekstra Blaðið síðsta ár.

– Eg haldi, tað er týdningarmikið, at taka eina sending sum Paradise Hotel og fara nýggjar leiðir. Tað hevur verið ætlað hinskyndum fólkið altíð. Tað er týdningarmikið at fylgja við tíðini, segði Emil Olsen tá.

Snýta og svíkja fyri at vinna 500.000 krónur
Væl dámda sjónvarpssendingin Paradise Hotel hevur seinastu 18 árini verið ein stórur partur av bæði danska og føroyska ungdóminum.

Sendingin hevur áður gingið fyri seg á vælkenda marglætishotellinum í Meksiko. Spælið hevur verið javnt býtt millum dreingir og gentur, ið síðan skuldu býtast upp í pør. Minst eina ferð um vikuna, tá ið pør skuldu skipast, var ein luttakari sendur út úr paradísinum. Her var tað annaðhvørt gentur ella dreingirnir, ið vóru í vanda fyri at fara út. Aðru hvørja viku vóru tað genturnar, ið valdu tann dreingin, ið tær ynsktu sum partnara og umvent. Vikuna aftaná, kom altíð ein nýggjur luttakari inn, ið skapaði ójavnvág millum genturnar og dreingirnir.

Tað snúði seg um at gerast síðsti luttakari í spælinum og vinna tær 500.000 krónur, í tí sum verður rópt trúnaðarroyndin. Alt er bygt upp til hesa løtuna. Fyri at gerast so heppin at sleppa higar, snúði tað seg um trúna, og í síðsta enda at snýta og svíkja bæði sín partnara og hinir luttakararnir. Hetta ger tað tó enn, men okkurt týður á, at spælt verður við kynsleiklutirnir á ein nýggjan hátt, enn meiri enn síðsta ár.

Minnilutar ikki umboðaðir í sendingini
Paradise Hotel hevur verið at síggja á skerminum seinastu 18 árini. Men sjónvarpssendingin hevur fingið skotið í skógvarnar, at sendingin ikki hevur verið í tráð við gerandisdagin hjá ungum fólki, har eitt nú minnilutabólkar í samfelagnum ikki hava verið umboðaðir á marglætishotellinum.

– Um man hevur hugd at tí danska Paradise Hotel í 2010 ella 2011, sær man, hvussu framleiðslan hevur stríðst við at fevna um fleiri minnilutar, men luttakararnir tóku ikki væl ímóti teimum í byrjanini, sigur Emil Olsen í samrøðu við Ekstra Blaðið. 

Broyta konseptið og heitið
Áður róptað realitysendingin Paradise Hotel er nú aftur at síggja á skerminum í ár. Tó á ein heilt serstakan og nakað øðrvísi hátt enn áður. Tey broyta nú konseptið enn meira og skifta heitið út við “Paradise”. Her verður rist væl og virðiliga í posanum.

– Sjálvandi broyta vit konseptið á tann hátt. Har hevur áður verið talan um happing og kynsligan ágang á Paradise, og tað hava eisini verið ódámligar senur og ein hópmongd av sex, men um hetta er tað, vit skulu læra av og taka við okkum út í tí veruligu verðina, so broytir hetta jú eisini okkum sum menniskju til nakað vánaligt, sigur Olivia Salo avgjørd.

Í nýggju útgávuni av Paradise verður tað “skrúvað niður fyri tað seksuella,” og tað verður eisini lagdur dentur á at loysa tær innanhýsis ósemjurnar millum luttakararnir, ístaðinfyri at taka tær fram.

Paradise røkkur út til nógvir ymiskir samfelagsbólkar og partar av Danmark, so eg kenni bara, at vit næstansum skulu verða so nýhugsandi sum gjørligt, tí so kann man møguliga læra summum menniskjum nakað, ið vanliga ikki verður lýst - t.d. í mun til kynslív og uppruna - í teirra gerandisdegi. Tað kundi tað verið deiligt, um man kundi lært okkurt av at hyggja eftir reality, meina Paradise-vertirnir.

Tey skilja tó óttan fyri at ræða kjarnuhyggjararnar burtur.

– Vit kunnu ikki gera so nógv við, um tað eru fólk, ið hoppa frá. Men eg trúgvi tó, at tað eru ógvuliga nógv fólk, ið kunnu fáa sera nógv burturúr av at hyggja eftir hesari sesongini. Eg hopi, at fólk kunnu læra nakað av tí – samtíðis við, at tey verða undurhildin, sigur Emil Olsen.

(Nýggju vertirnir, Olivia Salo og Emil Olsen)

Velja luttakarar út frá ymiskleika
Talan er um eitt nýtt marglætishotell í sólríka Meksiko. Millum annað eru dupultsengurnar á meksikanska marglætishotellinum býttar út við einkultsengur, og luttakararnir eru í eini roynd valdir útfrá ymiskleika. Nú verður prikað til tann týpiska “Paradise”-luttakarin og minnilutarnir ráða í nógv størri mun. Morten Lollike, ið er skipanarstjóri á Paradise setur nú orð á mongu broytingarnar í eini samrøðu við TV2, beint áðrenn nýggjasta sesongin av Paradise fór í luftina.

– Sjálvandi hevur størri dentur verið lagdur á útsjóndina fyrr, og tann týpiski “Paradise”-luttakarin hevur sæð øðrvísi út. Men luttakararnir og tær týpurnar, ið vit hava valt, hava veruliga broytt seg seinastu árini, og vit royna at prika til tann týpiska “Paradise”-luttakarin, so man í størri mun hyggur at persónleikanum, sigur hann.

Broytingin er ávegis.

– Vit hyggja nú at kyni, aldri og uppruna. Í fyrsta umgangi er tað sjálvandi útsjóndin, men eftir einari samrøðu meta vit, um tey hava tað, vit ynskja, at tey hava, heldur Morten Lollike áfram.

Sambært Lene Bull Christiansen, ið er lektari á Roskilde Universitet og granskar í millum annað poppmentan og kynum, eru nýggju broytingarnar týdningarmiklir fyri at fylgja við tíðini.

Í eini samrøðu við TV2, beint áðrenn nýggjasta sesongin av Paradise fór í luftina, greiðir hon frá, at vanliga myndin av einum “klænum trenaðum manni” og einari “perfektari kvinnu” er ótíðarhóskandi fyri tað yngra ættarliðið.

– Í eini sending sum Paradise, ið fyllir nógv hjá teimum ungu í dag, er tað bara enn meiri týdningarmikið at ymiskleiki er tað, ið fyllir og verður lýst, sigur Lene Bull Christiansen.

Somuleðis við, at dentur nú verður lagdur á ymiskleika og persónleika, eru pørini framhaldandi kynsóheft. Tað er áhaldandi ikki longur neyðugt at forma par sum “drongur og genta” í stríðnum um at standa eftir við stóru pengaupphæddini.

– Men mongu broytingarnar hava ikki fingið góða móttøku, greiða vertsparið Olivia Salo og Emil Olsen frá.

Hyggjarin vil hava tað sum hann plagar
– Tað hevur sjálvandi verið ógvuliga nógv mótstøða, tí fólk ikki dáma broyting. Soleiðis er tað oftast, tá ið man roynir nakað nýtt. Vit vistu væl, at fólk fóru at verða ónøgd at byrja við, viðgongur Olivia Salo, í eini samrøðu við Ekstra Blaðið í ár.

– Fólk eru ógvuliga siðbundin og ynskja, at tað skal verða, sum tað plagar, sigur Emil Olsen.

Tað skilji eg í veruleikanum væl, men eg vil biðja hyggjararnir um hava eitt opið sinn viðvíkjandi, hvussu vit gera hetta her. Tað er ein orsøk til, at vit eru ein av teimum størstu, um ikki tann størsta realitysendingin í Danmark, og tí hava vit eina ábyrgd av at fylgja við tíðini og verða ein fyrimynd, heldur Paradise-verturin Emil Olsen áfram í samrøðuni.

Hóast mongu ónøgdu røddunum á serliga sosialu miðlunum meina Olivia Salo og Emil Olsen áhaldandi, at tíðin er komin at gera “Paradise” meiri nýhugsi og hyggja burturífrá teimum gomlu reglunum.

Nýggja sesongin av “Paradise” varð fyrstu ferð víst týsdagin 24. mai á Viaplay, og er framvegis á skrá komandi vikurnar.