Parasport: Tríggir føroyingar við á Frame Running camp 2021

Sunnudagin 11. juli fór eitt ferðalag við trimum framerennarum (fyrr RaceRunning) til Frame Running camp 2021, sum er í Frederiksberg hesa vikuna

Sigurjón Einarsson
13. juli 2021 kl. 18:20

Sunnudagin fór eitt ferðalag við trimum framerunnarum til Frame Running camp 2021, ið er í Frederiksberg hesa vikuna.

Tað er royndi Martin Johannesen, sum saman við John Hera Johansen og unga Ábraham Bjarnason, sum luttaka á stevnuni hesu ferð.

Stevnan varð avlýst í 2020, men teir tríggir hava vant miðvíst seinastu tvey árini til hesa stevnuna.

Tað er fastur táttur hjá FrameRunning at halda altjóða stevnur um miðjan juli í Frederiksberg, og stevnan endar við kapping millum luttakararnar.

Fleiri lond luttaka vanligt á stevnuni, men í ár er luttøkan avmarkað av koronuorsøkum, so luttakandi londini eru Føroyar, Danmark, Svøríki, USA og Frakland.

Luttakararnir hjá ymisku londunum vórðu flokkaðir í gjár, og nú er venjing í góðveðrinum á skránni, áðrenn sjálv kappingin verður.

Kelda: Parasport Føroyar