Parkinsonfelagið skipar fyri almennum fundi í Ribarhús í Fuglafirði

Almennur fundur fyri fólk við parkinson, avvarandi og onnur sum hava áhuga fyri parkinson, verður í Fuglafirði í Ribarhúsið mikudagin tann 12. mai klokkan 18.30

Tíðindaskriv
9. mai 2021 kl. 08:30

Almennur fundur fyri fólk við parkinson, avvarandi og onnur sum hava áhuga fyri parkinson, verður í Fuglafirði í Ribarhúsið mikudagin tann 12. mai klokkan 18.30.

Á skránni er felagssangur, fyrilestur og hugni.

Anna Berg Dánielsen, fysioterapeutur kemur at greiða frá parkinson venjingum.

John William Joensen, formaður í parkinsonfelagnum greiður frá felagnum, parkinson og viðger í Føroyum í dag.

Eisini fara vit at hugna okkum við felagsangi, kaffi, te og køkum.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Parkinsonfelagið á ferð kring landið.

Leygardagin 29. mai kl. 14 skipar Parkinsonfelagið fyri almennum fundi í Hamrargarði í Vági.

Í Heyst er ætlanin at skipa fyri fleiri fundum kring landið.

Nærri verður lýst seinni.