Paul Watson blivin partur av franska Sea Shepherd

Hóast stovnarin av Sea Shepherd, Paul Watson, hevur tikið seg úr Sea Shepherd í USA og eisini er blivin blakaður úr Sea Shepherd Global, so er Paul Watson enn partur av Sea Shepherd. Hann er nú blivin partur av fronsku deildini hjá Sea Shepherd, har hann er komin beinleiðis í leiðsluna

Lamya Essemlali og Paul Watson (Mynd: Facebook/Lamya Essemlali)
Sigurjón Einarsson
6. september 2022 kl. 13:59

Herfyri frættist, at fíggindi føroyinga nummar eitt, Paul Watson, hevði tikið seg úr Sea Shepherd-felagsskapinum í USA. Síðan bleiv hann eisini blakaður úr Sea Shepherd Global. Men nú kemur, millum føroyingar, navnframi kanadiarin Paul Watson aftur til Evropa, nú hann er blivin partur av franska Sea Shepherd, har hann eisini er vorðin partur av leiðsluni.

Tað kunnger stovnarin av Sea Shepherd Fraklandi, Lamya Essemlali, á heimasíðu felagsins í Fraklandi.

Lamya Essemlali, sum eisini hevur verið í Føroyum í samband við Sea Shepherd-herferðirnar í Føroyum, grundgevur í skrivi á heimasíðuni hjá djóraverndarfelagnum í Fraklandi, at hon er als ikki samd í avgerðini hjá Sea Shepherd Global at geva Watson durafjórðingin, og tí hevur hon nú bjóðað stovnaranum av felagsskapinum til at gerast partur av Sea Shepherd Fraklandi.

– Paul Watson er sálin í Sea Shepherd, og tí haldi eg ikki, at hann kann koyrast á land av Sea Shepherd-skipinum, orðber hon seg á sínum egna Facebook-vanga.

Har skrivar hon millum annað, at Paul Watson broytti hennara lív, tá tey fyrstu ferð møttust í 2005, og at hann hevur verið henni ein sannur hornasteinur í stríðnum fyri at verja djóralívið í havinum.

Paul Watson sigur, at Sea Shepherd Frakland altíð hevur havt eitt serligt pláss í hansara hjarta.

– Tað er mær ein heiður at gerast partur av Sea Shepherd Fraklandi. Sea Shepherd deildin í Fraklandi er altíð til staðar, tá tað handlar um djóralívið í sjónum og letur seg ikki ræða av teimum avbjóðingunum, ið standast av hesum. Franska liðið kann vísa á úrslitagóð átøk og spælir ein týðandi leiklut sum varskógvari, tá tað kemur til oyðileggjandi stovnslívfrøði í sjónum, sigur stovnarin av Sea Shepherd-felagsskapinum, Paul Watson.

Ósemja millum stovnaran og felagsskapin
Stovnariin av Sea Shepherd tók seg úr Sea Shepherd USA, eftir at ósemja stóðst upp millum hann og felagsskapin, hvussu arbeiðast skuldi frameftir. Paul Watson hevur altíð arbeitt fyri beinleiðis uppíblanding, men tað var hetta, ið ósemjan millum hann og felagsskap hansara í USA snúði seg um. Tí fór hann úr felagsskapinum har, men ikki nokk við tað. Hann bleiv stutt eftir tveittur úr globala felagsskapinum hjá Sea Shepherd av tí saman, men leiðslan í Sea Shepherd Global var ikki samd í hesi avgerðini. Tað vóru fýra fólk fyri at blaka hann út, meðan tað vóru tvey fólk ímóti: Paul Watson sjálvur og stovnarin av Sea Shepherd Fraklandi, Lamya Essemlali, sum nú hevur bjóðað Paul Watson sess í fronsku Sea Shepherd-deildini.

Tað var í 1977, at Paul Watson stovnaði Sea Shepherd-djóraverndarfelagsskapin, eftir at hann júst var tveittur úr Greenpeace, sum hann, sambært honum sjálvum, eisini var við til at stovna afturi í 1971. Men tá Greenpeace ynskti at arbeiða meira politiskt – heldur enn við beinleiðis atsóknum – stovnaði hann Sea Shepherd Conservation Society.

Sea Shepherd-felagsskapurin hevur havt kampanjur móti grindadrápi í Føroyum nakrar ferðir. Sambært felagsskapinum hava stórar kampanjur verið her í Føroyum í 1985, 1986, 2000, 2011, 2014 og seinast í 2015. 

Paul Watson í einum av sínum kampanjum í Føroyum (Mynd: Sea Shepherd)

Seinnu árini hevur djóraverndarfelagsskapurin verið í Føroyum við átakinum “Operation Bloody Fjords”, har ymiskar deildir hjá Sea Shepherd hava havt umboð í Føroyum, sum skulu dokumentera grindadráp og boða umheiminum frá, hvat hendir í Føroyum.

Spurningurin er so, um vit í Føroyum nú fara at síggja og hoyra meira til Paul Watson, nú hann er blivin partur av Sea Shepherd Fraklandi – og harvið eisini er komin tættari at Føroyum.