Paul Watson gjørdur til heiðursborgara í París

Býráðið í París hevur einmælt samtykt at vísa honum hendan heiðurin

Paul Watson fær heiðursbræv frá borgarstjóranum í París, Anne Hidalgo
Áki Bertholdsen
4. februar 2025 kl. 16:27

Illa umstríddi hvalamótstøðumaðurin, Paul Watson, kann nú kalla seg heiðursborgara í París.

Í gjár varð tann 74 ára gamli Paul Watson nevniliga gjørdur til heiðursborgara í París, og tað var borgarstjórin sjálvur, Anne Hidalgo, sum handaði honum heiðurin á samkomu á Hôtel de ville de Paris, í París.

Tað var í novembur í fjør, at býráðið í París, einmælt samtykti at gera Paul Watson til heiðursborgara.

Sostatt var tað ímeðan Paul Watson sat í varðhaldi í Grønlandi, at býráðið samtykti at gera hann til heiðursborgara.

Hann sat í varðhaldi tí at myndugleikarnir í Japan hevur eftirlýst hann altjóða fyri at hava gjørt seg inn á hvalaveiðina har. Men sum vit hava skrivað, komu donsku myndugleikarnir til ta niðurstøðu, at grundarlag var ikki fyri at útflýggja hann til Japan.      

Almenni politikkurin hjá Fraklandi er at hvalaveiða skal bannast og grundgevingin hjá býráðnum fyri at gera Paul Watson til heiðursborgara, er fyri at vísa honum stuðul og fyri at senda altjóða samfelagnum eini týðilig boð um, hvørja støðu Frakland hevur.