Pávin mælir til friðarsamráðingar

Frans pávi mælir enn einaferð til, at Russland og Ukraina fara í holt við friðarsamráðingar

(Mynd: EPA-EFE)
Sigurjón Einarsson
28. november 2022 kl. 11:46

– Ukraina eigur at gera eina ætlan um um frið, og ikki bert satsa uppá at vinna kríggið á hermótinum.

Tað sigur Frans pávi, sambært Aljazeera.

Og ikki nokk við tað, so bjóðar pávin seg eisini fram sum semingsmann, eru londini sinnaði at fara til semingsborðið.

Útsøgnin hevur fingið kaldliga móttøku í Ukraina, og eisini í katólska Póllandi.

Veturin komin
Veturin stendur fyri durum í Ukraina, og í gjár var eisini kavi í Kyiv, skrivar Reuters. Enn eru fleiri í ukrainska høvuðsstaðnum, sum eru uttan streym og hita, eftir russisk bumbuálop á infrakervið í Ukraina.

Sambært miðlinum, so er elveitingin í Kyiv og 14 øðrum ukrainskum landspørtum svikalig fyri tíðina.

– Í løtuni verður arbeitt við streymveitingini, men tíverri er veitingin óstøðug, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, í einum videoboðum.

Ukrainski forsetin vísir á, at fer orkunýtslan upp um kvøldarnar, so er væntandi, at streymslit kann koma fyri.

– Hetta vísir, hvussu týdningarmikið tað er at spara elorku og brúka orkunýtsluna skilagott, sigur hann.